2022-07-11 16:17
- Vit sleppa ikki til Føroya í dag. Vit vóna at sleppa avstað í morgin.
Tað sigur mótstøðuliðið hjá KÍ, Bodø/Glimt, á Twitter seinnapartin. Ætlanin var at koma við flogfari fyrr í dag og norska meistaraliðið skuldi lenda í Vágum klokkan 13.
Men orsakað av keðiliga veðrinum slapp hópurin ongantíð avstað við leiguflogfarinum.
Roynt verður aftur í morgin, men eisini tá verður boðað frá keðiligum veðri í Føroyum. Hesin seinni dysturin í Champions League undankappingini, er settur at byrja klokkan 19 í annaðkvøld.
KÍ tapti fyrra dystin 3-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald