Fótbóltur

Fyrrverandi norskur A-landsliðsleikari til KÍ

35 ára gamli Vegard Forren, sum hevur 33 A-landsliðsdystir í skjáttuni, hevur skrivað undir við meistararnar.

Vegard Forren

Vegard Forren

2023-01-11 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

329 dystir í bestu deildini í Norra, 33 A landsliðsdystir og var einaferð seldur fyri umleið 40 milliónir kr.

Tað er CV, sum nýggi KÍ-leikarin, Vegard Forren, hevur.

Miðverjin úr Norra hevur gjørt sáttmála við meistararnar fyri komandi kappingarár, og verður tøkur frá 6. februar, boðar KÍ frá.

Vegard Forren, sum er 35 ár, hevur áður umboðað Molde, Southampton, Brighton, Brann og Træff.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder