Fótbóltur

Norskur leikari úr 07 Vestur til KÍ

Filip Brattbakk spælir næsta kappingarár við KÍ.

Filip Brattbakk her í dysti móti B68 fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Filip Brattbakk her í dysti móti B68 fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-27 16:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ og nýggi venjarin í felagnum Magnus Powell hava skrivað undir við norskan leikara, sum í ár hevur spælt við 07 Vestur.

Talan er um 24 ára gamla Filip Brattbakk, og sáttmálin er galdandi næstu tvey kappingarárini.

- Við Filip fáa vit ein væl skúlaðan og skapandi framrættaðan leikara. Hann er fleksibul og kann spæla á øllum álopsplássum. Eg eri vísur í, at hann fær eina góða og mennandi tíð hjá okkum, sigur venjarin Magnus Powell við heimasíðuna hjá KÍ.

Filip Brattbakk sigur, at hann gleðir seg at byrja í KÍ og væntar eitt gott kappingarár.

- Eg havi tosað við Powell og mær dámar væl hansara ætlanir fyri komandi ár. Eg eri spentur og motiveraður at koma í gongd og gera mítt til, at KÍ verður í fremstu røð, sigur Filip Brattbakk.

Norðmaðurin leikti 27 dystir fyri 07 Vestur og skoraði sjey mál.

Hann verður at síggja í Djúpumýru tá venjingin byrjar í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder