Fótbóltur

Norwich og Arsenal býttu stigini

Tað eydnaðist ikki hjá Frederik Ljungberg at vinna í fyrstu royndini sum Arsenal venjari.

Frederik Ljungberg er nýggjur fyribils venjari hjá Arsenal (Mynd EPA)

Frederik Ljungberg er nýggjur fyribils venjari hjá Arsenal (Mynd EPA)

2019-12-01 16:17 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fýra dystir eru á skránni í Premier League í dag. Teir fyrstu tveir eru júst lidnir.

Á Carrow Road tók Norwich ímóti Arsenal, ið fríggjadagin koyrdi venjarin Unai Emery. Svenska Arsenal legendan Frederik Ljungberg, sum var hjálparvenjari hjá Emery, hevur fyribils ábyrgdina av Arsenal liðinum.

Áhugavert var at síggja at Ljungberg hevði valt at hava Granit Xhaka og Mesut Øzil við aftur frá byrjan. Tó sá ikki út til at Ljungberg enn hevur fingið rættað uppá verjuspælið hjá Arsenal, ið ikki var serliga sannførandi, har Norwich hevði lætt við at skapa møguleikar.  

Tað var Norwich sum legði seg á odda, tá Teemu Pukki skoraði í 21. minutti. Bert 8 minuttir seinni javnaði Arsenal. Teir fingu brotsspark sum Pierre-Emerick Aubameyang tók sær av. Norwich málverjin Tim krul bjargaði, men VAR dømdi at brotssparkið skuldi takast av nýggjum, og hesaferð skoraði Aubameyang .

Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki legði Norwich seg enn einaferð á odda. Hesa ferð var tað Todd Cantwell ið skoraði. Men Arsenal megnaði aftur at javna, og enn einaferð var tað Aubameyang sum skoraði til 2-2, sum eisini gjørdist endaliga úrsliti.  

Á Molineux Tók Wolves ímóti uppflytararnum úr Sheffield United. Tann dysturin endaði 1-1. Tað var Lys Mousset, ið legði Sheffield á odda í fyrra hálvleiki, meðan Matt Doherty skoraði útjavnandi málið í seinna hálvleiki.

Klokkan 16.30 tekur Leicester ímóti Everton, meðan Manchester United og Aston Villa spæla á Old Trafford.

Úrslitini í dag: 
Norwich – Arsenal 2-2  
Wolves - Sheffield United 1-1

16.30:
Leicester - Everton 
Manchester United - Aston Villa

Støðan: 
1. Liverpool (40 stig)
2. Manchester City (29 stig)
3. Leicester (29 stig) *
4. Chelsea (26 stig) 
5. Tottenham (20 stig)
6. Wolves (20 stig)
7. Sheffield United (19 stig)
8. Arsenal (19 stig)  
9. Burnley (18 stig)
10. Crystal Palace (18 stig)
11. Manchester United (17 stig) *
12. Bournemouth (16 stig)
13. Newcastle (16 stig) 
14. West Ham (16 stig)
15. Brighton (15 stig)
16. Aston Villa (14 stig) *
17. Everton (14 stig) *
18. Southhampton (12 stig) 
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (8 stig) 

* Ein dyst færri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder