Í einum hálvvánaliga spældum dysti, sum varð merktur av veðrinum - serliga vindinum við Løkin - var NSÍ betra liðið og legði seg við sigrinum aftur á odda í Meistaradeildini.
Longu í 4. minutti sendi Marius Kryger Lindh bóltin væl inn í vandamikið økið. Har var Michal Przybylski komin uppá pláss og sum við góðari nerting, og HB-nerting á veg inn í málið, legði NSÍ á seg á odda.
Aðrar góðar NSÍ-støður vóru tíðliga, men HB ressaðist í undanvindinum og í heldur øðrvísi leikhátti.
Tá 24 minuttir vóru farnir, gleið Daniel Obbekjær, meðan NSÍ-miðverjin hevði bóltin í egna brotsteigi. Storm Bugge Pettersen takkaði fyri, og 20-ára gamli norðmaðurin skoraði sítt sætta kappingarmál fyri HB.
Hetta var tó ikki nóg mikið fyri liðið hjá André Olsen. Eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki sendi Jann Benjaminsen frísparksinnlegg úr vinstru, og sum so ofta fyrr, rann Michal Przybylski rætt inn í brotsteigin. Fremsti maður hjá NSÍ í kvøld stýrdi góða innlegginum víðari framvið Bjarta Vitalis Mørk: Hetta er triðji dysturin í ár, sum Michal avgerð.
2-1 varð endaliga úrslitið, men heimaliðið hevði fleiri stórar møguleikar at steingja hurðina og økja: Serliga vóru møguleikarnir hjá Petur Knudsen og Marius Kryger Lindh, tá teir komu leysir móti HB-málinum, stórir. Men ávikavist stórbjarging frá Bjarka og ov sein atgerð frá Lindh gjørdu, at dysturin enn var opin.
HB skapti ikki nógv eftir stegðin, har málskjúttin og nakað skaðadarvaði Storm Pettersen skjótt varð skiftur út fyri unga Jógvan í Skála. Mathias Voss, ið varð fluttur fram á høgra vong, kom tó til stóran møguleika tá tjúgu minuttir vóru eftir. Hann rann seg frían mitt fyri, men Tom Amos stórbjargaði, tá tørvur var á honum.
Sí eisini:
Trygvi Mortensen: Slakasta HB-liðið sum hevur vitjað Runavík seinnu árini
André Olsen: - Neyvleikin hjá HB manglaði
HB'arnir stríddust, men Viljormur Davidsen og aðrir ruddaðu burtur, tá nakað av trýsti kom á NSÍ í yvirtíðini. Heimaliðið skoraði tíðliga í báðum hálvleikunum og vann samanlagt upppiborið.
Sí eisini: Petur Knudsen: - NSÍ spælir ein fínan dyst í kvøld
NSÍ misti oddasessin til B36, tá hesi liðini hittust í Gundadali mánadagin. Í morgin tekur B36 móti KÍ, og skal havnarfelagið vinna fyri at hava oddasessin eftir fyrsta triðingin.
HB hevur nú spælt fýra landskappingardystir á rað uttan at vinna, og bert eitt stig er komið til høldar í hesum. Níggju stig eru upp til NSÍ, og nógv er at hyggja uppá í norðara enda av Gundadali.
9. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Fríggjdagin 8. mai
NSÍ - HB 2-1 (1-0)
4' Michal Przybylski (Marius Kryger Lindh) 1-0
24' Storm Bugge Pettersen 1-1
51' Michal Przybylski (Jann Julin Benjaminsen) 2-1
![]()
Støðan
Hinir dystirnir í umfarinum:
Í morgin, leygardagin 9. mai
17.00: B36 - KÍ (FM1)
Sunnudagin 10 mai
15.00: Víkingur - EB/Streymur (FM1)
17.15:
Skála - AB (FM1)
07 Vestur - B68
Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald