6. umfar í Meistaradeildini hjá monnum var fult av dystum millum tey vanligu "topp-fimm liðini" og "botn-fimm liðini". Tá avtornaði vóru tveir javnleikir, og bert í einum dysti var munurin á liðunum meira enn eitt mál.
Og hetta var á Svangaskarði í gjár, har B68 skelkaði HB og fótbóltsføroyar við 3-1 sigri.
Sí eisni: B68 gjørdi bart - HB heilkiksaði
Úrsltini í kvøld vóru hesi:
![]()
Og hetta gevur hesa støðuna eftir seks umfør:
![]()
Tað minst dramatiska í kvøld var kanska í Sørvági, har B36 tó av álvara skuldi stríðast fyri sigurinum- uttan Boubacar Dabo og Boga Reinert-Petersen. Innskifti Ragnar Samuelsen skoraði sigursmálið í 73. minutti eftir innlegg frá Gilla Samuelsen. B36 aftur á sigurskós og á 2. plássi.
Á Skála var málleyst. Víkingur skoraði níggju mál uppá fýra dagar móti AB, ein dysti í landskappingini og ein í steypakappingini - men í kvøld skapti útiliðið ikki nógv og tá teir úr Eysturkommunu gjørdu tað, var Jákup Jacobsen ella onkur annar sum oftast fyri. Víkingur bert skorað í tveimum av seks dystum í Meistaradeildini - einki mál á útivølli - og eisini bert vunnið tveir landskappingardystir.
Hoyr eisini:
Gert Hansen og Sølvi Vatnhamar staðfesta: Skála verjir ótrúliga væl
Liðskiparin hjá Skála fegnast um stríðsjavnleikin
Í roynd og veru hevði Skála størsta møguleikan: Hetta var í yvirtíðini eftir gott forarbeiði hjá Silais Gaard, men ein púra fríur Simon Jørgensen smekkaði bóltin uppum ístaðin fyri bara at seta bóltin róliga í Víkinga-málið.
Enn ein 0-0 dystur og gott avrik hjá Skála móti topp-fimm liði, B36 seinast, men trupulleikin hjá Paula Poulsen og teimum er, at tað telur so lítið: Skála framvegis aftast.
Stórt drama í Runavík og á Argjum - NSÍ fer frá
AB hevði greipuvinnararnir í pottinum til 99. minutt. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fann Luca Ørsted Thorstensen ein liðfelaga í KÍ-brotsteigin á frálíkan hátt. Obule Sunday Moses setti fótin og enn ein frálík AB-løta Inni í Vika.
KÍ var uttan millum annað langtíðarskadda Patrik Johannesen og eisini Páll Klettskarð - og so at siga uttan hugflog. Talan var um enn eitt vánaligt avrik á útivølli í leikluti sum risafavorittar; tað endaði eisini 0-0 við Margáir herfyri, og tað staðfestir trupulleika hjá Magnusi Powell og hansara monnum.
Deni Pavlovic fekk bjargað KÍ ein javnleik móti uppflytarunum í evstu løtu. Hann kom inn í álopi og beint fyri síðsta bríksl, setti Deni pannuna á innlegg hjá Árna Frederiksberg.
![]()
NSÍ hevði at enda eitt betri kvøld enn kappingarneytarnir í Klaksvík. Ikki sær tað altíð pent út hjá teimum í gulum og svørtum - men fyriuttan dystin í Klaksvík, har teir vóru betri, hevur NSÍ vunnið dystirnar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Tað er sanniliga ikki sannførandi allan vegin hjá NSÍ í ár, men eitt meira stálfast lið í gulum og svørtum. Liðið hjá Sigurður Ragnar Eyjólfsson sær gott út uttan bólt - sum er torført at skora ímóti - og hevur fyri aðru ferð í ár avgjørt í yvirtíðini á heimavølli í leikluti sum stórfavorittur.
Man kundi sagt meistaratendensir: Í øllum førum er NSÍ nú fýra stig frammanfyri KÍ og B36. Í dag var tað innskifti Michal Przybylski, sum í 97. minutti stútaði innlegg hjá Peturi Knudsen í EB/Streyma-málið. Til stóran fagnað við Løkin.
Hoyr sigursmálið og Michal seta orð á yvirtíðarsigurin hjá NSÍ
EB/Streymur stóð annars væl ímóti og svaraði aftur, í mun til 7-1 tapið fyri júst NSÍ í steypadystinum hóskvøldið. Búi Egilsson fekk eftir 80 minuttir sítt seinna gula kort, og so gjørdist fyritreytirnar hjá útiliðnum verri. NSÍ tók av og er nú fýra stig á odda.
Sigfríður Clementsen gleðist um leikliga avrikið - men harmast nakrar dómaraavgerðir
Dagført: 21.47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald