Fótbóltur

NSÍ avstað við øllum og varpaði KÍ út

Eitt brotsspark í tíðini, sum dómarin legði afturat, avgjørdi útsetta steypadystin í Klaksvík.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-20 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

NSÍ stendur eftir sum vinnari og KÍ sum tapari eftir útsetta steypadystin í kvøld. Við brotssparki í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, avgjørdi Klæmint A. Olsen dystin og sló KÍ út úr steypakappingini.

KÍ legði seg annars á odda longu aftaná níggju minuttir, men megnaði ikki fáa meira burturúr. Runavíkingar spentu seg út í seinna hálvleiki, og tá ein tími var leiktur javnaði Klæmint A. Olsen til 1-1.

Møguleikar vóru í báðum endum, men hvørki av liðunum fingu bóltin inn. Nógv bendi á, at liðini máttu út í longda leiktíð, men tað gjørdist ikki neyðugt. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk NSÍ brotsspark og tað gjørdist avgerandi fyri dystin.

Hetta er annað árið á rað, at KÍ rýkur út í fyrsta umfari. Í fjør var tað ímóti HB, og í ár var tað altso NSÍ, sum vann.

2-1 og NSÍ hevur spælt seg víðari til fjórðingsfinaluna, har teir skulu spæla móti 07 Vestur.

KÍ - NSÍ 1-2 (1-0)
9’ Páll A. Klettskarð 1-0
59’ Klæmint A. Olsen 1-1
90’ Klæmint A. Olsen 1-2 (br.)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder