Fótbóltur

NSÍ er nú oddalið í Meistaradeildini

Innskifti Beinir Nolsøe avgjørdi tøttu grannauppgerðina móti B68, og nú er trýst á fleiri liðnum 2. páskadag.

Beinir Nolsøe kom inn og gjørdi stóran mun fyri nýggja oddaliðið í uppgerðini á Svangaskarði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Nolsøe kom inn og gjørdi stóran mun fyri nýggja oddaliðið í uppgerðini á Svangaskarði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-04 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað umfarið á rað helt tað hart hjá NSÍ: Tað var ikki altíð so pent, tað var 1-1 í langa tíð móti einum av lægru liðunum, men tað glapp móti endanum.

Í kvøld kom sigursmálið til 2-1 ikki eins seint sum ta frálíka hjá Peturi Knudsen. Men tað vóru ungir innskiftir mans, sum avgjørdu fyri NSÍ á Svangaskarði.

Viðmerkjarin hjá FM1: Innskiftu leikararnir hjá NSÍ gjørdu munin

NSÍ byrjaði væl - B68 svaraði væl aftur

Í fjør vann NSÍ allar tríggjar dystirnar á B68 - og samanlagt 17-2. Í kvøld kundi NSÍ leggja seg á odda í deildini við sigri á grannunum.

Stórfavorittarnir løgdu seg eisini á odda eftir tólv minuttir. Talan var um vælspælt álop , Marius Kryger Lindh ígjøgnum í høgru, legði út frá til Aron Knudsen og so stóð 0-1 á máltalvuni á Svangaskarði.

So skuldi ein trúð, at NSÍ var á veg móti trimum tryggum stigum, men toftamenn ernaðust, og talan gjørdist um eina góða grannauppgerð. 

B68 legði út sum eitt óløgi eftir steðgin. Í sambandi við hornasparksstøðu legði Marjus Nón, ið er uppvaksin í NSÍ, væl innfyri, og har stýrdi Sebastian Lau Nielsen bóltin væl víðari í netið.

Heimaliðið hevði onkra vandastøðu afturat, og teir í gulum og svørtum skuldu veruliga stríðast fyri tí. Tað gav eisini úrslit.

Innskiftarar avgjørdu

Sigurður Ragnar Eyjólfsson gjørdi nakrar innskiftingar, ið hepnaðust væl.

Við Beinir Nolsøe fekk NSÍ betri tamarhald á miðvøllinum, og var tað eisini 22-ára gamli runavíkingurin, sum átti seinastu nerting á sigursmálinum.

Hetta var eftir innlegg frá 17-ára gamla Markus Klein Danielsen. Spenanndi vongurin skoraði í síðstu viku bæði málini í 2-1 sigri hjá føroyska U17-landsliðnum móti Estlandi, hann legði upp til sigursmálið móti Víkingi í 1. umfari, og aftur í dag gjørdi Markus mun.

Samrøða: Markus Klein Danielsen fegnast um enn eitt upplegg til mál

Sí eisini: Heim við fýra stigum

[object Object]
Markus Klein Danielsen, her í dystinum í Klaksvík í 2. umfari (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]

Meira um dystin sæst her


Støðan í Meistaradeildini:

[object Object]

NSÍ er framvegis ósigrað, og við kvøldsins sigri hevur liðið lagt trýst á hini topp-fimm feløgini, sum hittast innanhýsis 2. páskadag: B36 og HB spæla í Gundadali mánakvøldið, meðan kroysta KÍ tekur ímóti Víkingi.

Skráin fyri hinar dystirnar í 4. umfari:
Mánadagin 6. apríl (2. Páskadag)

15.00: 
KÍ - Víkingur (FM1)
AB - 07 Vestur (FM1)

17.15: Skála - EB/Streymur

18.00: HB - B36

Frá klokkan 19.30 2. páskadag verður tikið samanum við sendingini "3. hálvleikur"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder