14. umfar fór av bakkastokki í gjár við tí, sum kanska var ársins dystur higartil - í øllum førum var fyrri hálvleikur í Sarpugerði tann, sum samanlagt hevur verið á hægsta stigi í landskappingini. Tað endaði 2-2 millum Víking og KÍ.
Les eisini: Frálíkt fríggjakvøldsundirhald í Sarpugerði
Tveir dystir verða spældir í kvøld.
Skála vitjar EB/Streym til lykladyst. Uppflytararnir kunnu koma frammum júst EB/Streym og koma uppum niðurflytingarstrikuna, meðan EB/Streymur, sum vann lyklasigur á B68 sunnudagin, kann av álvara leggja sjógv millum seg og strikuna.
B68 hevur eins og EB/Streymur 12 stig og fer eftir fleiri í grannauppgerðini við Løkin. Har kann heimaliðið leggja seg á odda í deildini við sigri: NSÍ skal gagnnýta, at KÍ ikki fekk fult í gjárkvøldið.
FM1 sigur frá báðum dystunum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
---------------------------------------------------
Meistaradeildin menn, 14. umfar
Í dag, leygardagin 20. juni
18.30: EB/Streymur - Skála
19.00: NSÍ - B68
FM1 sigur frá hesum báðum dystunum og til ber at fylgja við gongdini ovast á Portalinum
Sunnudagin 21. juni
15.00: 07 Vestur - AB
15.00: HB - B36 (FM1)
19.30: 3. Hálvleikur (samanumtøka)
Sí eisini: Lukasz Cieslewicz tekur fyribils yvir í HB
Fótbóltsskýlið: Venjarabroytingar og evropeiskar metingar í Sarpugerði
Í gjár, fríggjadagin 19. juni í Sarpugerði
Víkingur - KÍ 2-2 (2-2)
3' Mikkel Hyllegaard (Ingi Jonhardsson) 1-0
17' Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 1-1
32' Jóannes Kalsø Danielsen 1-2
38' Arnbjørn Svensson (Aron Benjaminsen) 2-2
Reytt kort: 45 (+3)' Gaston Nicholas Tellechea, KÍ
Les eisini: Frálíkt fríggjakvøldsundirhald í Sarpugerði
Støðan í Meistaradeildini
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald