
NSÍ og HB hittast í næstseinasta umfari, og hesin dysturin kann verða endaliga avgerandi fyri, hvat lið endar á 2. plássi. Hetta um NSÍ vinnur hendan dystin.
Eftir dystirnar hjá liðunum í 25. umfari í kvøld ermunurin millum liðini framvegis tvey stig.
HB kom annars afturum 1-0 eftir eitt korter í Havn, tá fyrrverandi HB-spælarin, Djóni Samuelsen, skoraði. Skjótt varð tó 1-1, og seinasta hálva tíman setti HB alt uppá pláss.
Fyrst skoraði glóðheiti Emil Grønn Petersen til 2-1, og síðani koyrdi tað hjá teimum í reyðum og svørtum. Dan í Soylu skoraði tvey mál, tað endaði 5-1, og nú hevur HB spælt 17 landskappingardystir undir André Olsen uttan at tapa.
Sí eisini: André Olsen heldur fram sum HB-venjari
Kappingarneytin hjá HB kom eisini afturum, tá Pætur Petersen sló til fyri B36. Gestirnir vóru eisini omaná sum heild í 1. hálvleiki við Løkin og kundu við sigri lagt størri trýst á Víking í stríðnum um 4. pláss.
Sum seinni hálvleikur leið, tók NSÍ tó meira yvir, og í 64. minutti endaði bólturin heldur tilvildarliga hjá Michal Przybylski, ið tó var til reiða og javnaði. Tað sá leingi út til at enda 1-1, men í 92. minuttin fann toppskjúttin í Betrideildini Petur Knudsen. Talan var um frálíkt innlegg frá Klæminti Olsen, og B36 gloymdi at dekka afturvenda Knudsen upp, og so vórðu øll trý stigini verandi í Runavík.
Fyrsta málið hjá Peturi Knudsen, síðani hann varð skaddur fyrst í juni, og sætti sigurin á rað hjá NSÍ, sum er ósigrað á føroyskari jørð í yvir fýra mánaðir.
Fyri B36 var hetta ein stórur smeitur. Víkingur er tvey stig frammanfyri og hevur ein dyst færri - um víkingarnir vinna móti TB á heimavølli sunnudagin, so er tað næstan avgjørt, at Víkingur skal í Evropa næsta ár og ikki B36.
Sí eisini: KÍ er aftur føroyameistari
25. og triðseinasta umfar í Betrideildini
Í dag, fríggjadagin 3. oktober
NSÍ - B36 2-1 (0-1)
27' Pætur Petersen 0-1
64' Michal Przybylski (Petur Knudsen) 1-1
90+2' Petur Knudsen (Klæmint Andrasson Olsen) 2-1
Sí meira um dystin her
HB - B68 5-1 (1-1)
15' Djóni Samuelsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
22' Dan í Soylu 1-1
61' Emil Grønn Pedersen (Ási Dam) 2-1
74' Sammy Skytte (Noah Mneney) 3-1
82' Dan í Soylu 4-1
88' Bartal Páll Klein (Sammy Skytte) 5-1
07 Vestur - KÍ 1-2 (0-0)
48' Árni Frederiksberg (Filip Brattbakk) 0-1
58' Casper Gedsted Hansen (Mikkel Hyllegaard) 1-1
76' Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg) 1-2
Sí meira um dystin her
Myndir: KÍ tryggjaði sær FM í Sørvági
Sunnudagin 5. oktober
13.00: FC Suðuroy - EB/Streymur
16.00: Víkingur - TB
Støðan eftir 24 umfør:
Meira úr Sørvági seinni
Støðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald