- Vit eru ótrúliga skuffaðir, ti vit ætlaðu okkum víðari, og vit høvdu úrsliti sum okkum tørvaði (2-0, red.), men tað varð ikki soleiðis. Her er nógv, vit kunnu læra av, og vit hava havt eina góða "kampanju" - her er nógv at byggja víðari á...vit hava spælt okkum viðari í trýstum støðum, skriva søga og tikið nógv við.
Soleiðis segði Viljormur Davidsen, tá Brynjar Jacobsen Poulsen tosaði við roynda NSÍ-verjuleikaran eftir 2-2 javnleikin móti Lugano í gjár. Landsliðsspælariner veruliga ein av teimum, sum hevur givið NSÍ betri mótstøðuføri, størri støðufesti og meira brodd.
Hetta úrslitið móti Lugano var ikki nóg mikið hjá NSÍ fyri at koma víðari til røkkstøkk-umfarið í Conference League (samanlagt 2-4). Men tað at felagið vann seg til 3. umfar og eisini har bjóðaði sterkari mótstøðu úr Sveis, er serstakt fyri NSÍ.
Hoyr alla samrøðuna við Viljorm Davidsen her
Les eisini: Evropeiska ævintýrið hjá NSÍ endaði við javnleiki
NSÍ hevur regluliga verið í evropeisku kappingunum hesa øldina, men áðrenn 2026 hevði felagið bert einaferð spælt seg víðari. Tað var í koronuárinum 2020, har NSÍ fekk heimavølli móti heldur veika walisiska Barry Town og vann 5-1. Vikuna eftir tapti eitt annars gott NSÍ-lið 6-0 í Aberdeen.
Og søgan um NSÍ í Evropa hevur verið nøkur áhugaverd úrslit, serliga 0-0 móti Fulham í 2011, men eisini stórtap og eingin víðari luttøka yvir tveir dystir. Fyrrenn nú.
![]()
Stóru kvøldini á Malta og í Slovenia
Í nógvum hita og við fýra útispælarum á bonkinum vann NSÍ seg tvær ferðir við sigri á útivølli.
Útgangsstøðini vóru ikki tey bestu - hóast liðini ikki lendu í Føroyum fyrrenn á leikdøgunum sjálvum - men reyð kort og brendir møguleikar kostaðu móti ávikavist FC Koper og Hamrun Spartans í Klaksvík.
Men í yvirtíðini á Malta í seinna dystinum í 1. umfari hendi nakað ógvuliga óvanligt, sum sæst her, Petur Knudsen tók av, og NSÍ var víðari. Aftaná 2-1 sigurin móti liðnum, sum í fjør var í deildarspælinum, vórðu ting kastaði á vøllin og bussurin hjá NSÍ varð umringaður.
![]()
Petur Knudsen skoraði og legði upp í Klaksvík í gjár, og hevur hann veruliga víst altjóða stig í løtum. Hann var saknaður í fyrra dystinum móti Lugano (Mynd: Sverri Egholm)
Í seinna dystinum í 2. umfari var alt drama á sjálum vøllinum. NSÍ vendi 0-2 til 2-2, og í longdu leiktiðini vendi liðið hjá Sigurði Ragnar Eyjólfsson tí aftur: Michal Przybylski skoraði við seinastu atgerðini í longdu leiktíðini, og í brotssparkskappingini gjørdist Tom Amos uppaftur størri hetja enn áðrenn.
Sí eisini: NSÍ skrivaði føroyska fótbóltssøgu við fantastiskum sigri í Slovenia
Heldur óvanlig avrik
Talan var um ógvuliga flottar útisigrar, sum tryggjaðu NSÍ fleiri evropeiskar upplivingar - og væl meira av peningini.
Fyri NSÍ var tað søga, og tað er sum heild heldur óvanligt, at føroysk feløg vinna seg víðari á útivølli og tvær ferðir sama summar.
KÍ gjørdi júst hetta í Champions League í 2023 og kom eisini víðari tvær ferðir í Conference League í 2025.
B36 gjørdi tað sama í 2022 og 2023 - í 1. umfari í 2022 var tað eisin ieftir at venda 0-2 till víðari luttøku eftir brotssparkskapping. Hetta móti Borac Banja Luka, har fyrri dystur var í Bosnia og tann seinni í Gundadali.
Í 2020 kom B36 heili tríggjar ferðir víðari í Europa League og KÍ tvær ferðir árið fyri. Í báðum førunum tá var fyrsta umfarið eitt undanumfar, har bert lægst styrkismettu deildiarnar í Evropa vóru við.
Í 2014 varð Víkingur fyrsta føroyska liðið at vinna seg víðari tvær ferðir.
Lugano gjørdist ein ov stórur biti hjá NSÍ, og hevði kanska eisini verið tað við Meinhardi Egilsson Olsen og øðrum skøddum. Sum heild varð NSÍ-hópurin ov smalur, nú landskappingin kom ímillum, men aftur hóskvøldið var avrikið ógvuliga flott stóran partin av vegnum, og í fimm minuttir kundi man veruliga droyma um tað heilt stóra úrslitið og play-off dystir um deildarspæl.
![]()
Íslendingurin, su mverður nevndur "Siggi Raggi" Eyjólfsson hevur stjórnað NSÍ hetta flotta summarið. Og enn er NSÍ oddalið í meistaradeildini
(Myndir: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald