Fótbóltur

NSÍ hevur longt við liðformannin og metmálskjúttan

Klæmint Andrasson Olsen hevur skrivað undir nýggjan eitt-ára sáttmála við barndómsfelagið. 35 ára gamli rituvíkingurin kann nú taka metið fyri mál í einum kappingarári.

Klæmint Andrasson Olsen eftir evropeiskt mál móti HJK Helsinki í summar. Hetta var nummar ellivu í røðini hjá roynda málrevinum (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen eftir evropeiskt mál móti HJK Helsinki í summar. Hetta var nummar ellivu í røðini hjá roynda málrevinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-17 21:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngerða, at Klæmint Andrasson Olsen verður gulur í 2026.

Soleiðis skrivar NSÍ á Facebook-síðu sínari í dag, fríggjadagin 17. oktober.

35 ára gamli rituvíkingurin byrjaði sum sjey ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Klæmint Olsen hevur síðani umboðað felagið øll árini, undantikið 2023 tá áleyparin spældi fyri Breiðablik í bestu íslendsku deildini og millum annað skoraði tvey mál í Conference League-bólkaspæli.

Síðani er Klæmint komin aftur til NSÍ, sum er aftur í Evropa og millum fremstu liðini í fremstu mansdeildini. Í løtuni liggja runavíkingar á 2. plássi og skulu sunnudagin klokkan 17.15 spæla ógvuliga týðandi dyst í Gundadali.



[object Object]
Klæmint Olsen, liðformaður, saman við Karstini Joensen, formanni í NSÍ (Mynd: NSÍ)

Royndi áleyparin hevur nú longt sáttmálan við einum ári. Klæmint Andrasson Olsen hevur sambært FaroeSoccer spælt 424 dystir í bestu deildini og skotið 265 mál. Eingin føroyskur maður hevur skorað so nógv landskappingarmál.

-Klæmint hevur gjøgnum árini tikið fleiri føroysk met. Hann hevur millum annað t ikið metið frá Jákupi á Borg fyri flest mál í bestu deildini. Hann hevur javnað metið hjá Rógva Jacobsen fyri flest mál fyri A-landsliðið og hann hevur vunnið gullskógvin heili 6 ferðir (2013, 2014, 2015, 2016, 2019, 2020), vísir NSÍ á.

Í løtuni liggur liðformaðurin hjá NSÍ væl fyri at vinna gullskógvin fyri 7. ferð. Og skorar hann tvær ferðir í tveimum seinastu umførunum, so tekur Klæmint Olsen metið fyri flest landskappingarmál í einum kappingarári hjá monnum. Í løtuni hevur Mikkel Dahl (HB, 2021) metið fyri 27 málum. 


Dagført: 21.14


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder