Fótbóltur

NSÍ hevur skrivað undir við enn ein útlendskan verjuspælara

23 ára gamli norðmaðurin Lars Markmanrud spældi 41 dystir í fremstu norsku deildini í 2020-2023. Hann kemur beinleiðis úr Jerv í triðbestu norsku deildini.

Markmanrud kann spæla sum miðverji, høgri bakkur og verjukendur miðvallari. Hann hevur skrivað undir sáttmála fyri 2025 við NSÍ (Mynd: NSÍ)

Markmanrud kann spæla sum miðverji, høgri bakkur og verjukendur miðvallari. Hann hevur skrivað undir sáttmála fyri 2025 við NSÍ (Mynd: NSÍ)

2025-02-12 21:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin var senegalesin Hassou Diaby Ndiaye, við uppvøkstri í Spania, kunngjørdur, og í kvøld er talan um javngamlan norðmann.

Sí eisini: NSÍ skrivað undir við 23-ára gamlan verjuleikara

Lars Markmanrud hevði sín uppvøkstur í Sandefjord, sum hann í árunum 2020-2023 spæld 41 dystir fyri í bestu norsku deildini.

Serliga var tað í 2020 og 2022, at Markmanrud spældi nógv - skaðar darvaðu verusjpælaranum ímillum har. 

Á sumri 2023 skifti hann til Egersund í triðbestu deildini. Í fjør spældi Lars Markmanrud í somu deild. Hetta við Jerv sum endaði á 2. plássi  . Har spældi hann millum annað í verjuni saman við Kevin Jablinski, sum eisini er NSÍ-spælari í 2025.

Nú kemur høgri bakkurin og miðverjin, sum eisini kann spæla á verjukenda miðvøllinum, til Føroyar at spæla. NSÍ boðar frá, at partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2025.

Conference League og møguligt oddastríð lokkar helst. NSÍ hevur styrkt nógv um hópin í vetur.

Helst verður Lars Markmanrud seinasti brikkurin hjá liðnum hjá Jens Wedeborg. Hann er triðji norski verjuspælarin, sum hevur skrivað undir í vetur: Hinir eru Kevin Jablinski (miðverj) og Fabian Ness (vinstri bakkur). Teir hava royndir úr føroyskum fótbólti; hava spæla eitt hálvt ár hvør við ávikavist 07 Vestur og B36.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder