Fótbóltur

NSÍ skrivað undir við 23 ára gamlan verjuleikara

Senegalesin Hassou Diaby Ndiaye og NSÍ hava skrivað undir sáttmála fyri 2025.

Karstin Joensen, formaður í NSÍ, og Hassou Diaby Ndiaye (Mynd: NSÍ)

Karstin Joensen, formaður í NSÍ, og Hassou Diaby Ndiaye (Mynd: NSÍ)

2025-02-09 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

23 ára gamli senegalesin Hassou Diaby Ndiaye, sum hevur sín uppvøkstur í Spania, kom til Runavíkar í januar mánaða at royna seg. Og NSÍ er nøgt við hann, og sáttmáli er skrivaður fyri 2025.

Diaby er komin beinleiðis úr Logrono landslutinum í Spania, har hann hevur spælt við SD Ejea.

- 195 cm høgi Diaby skal við sínari styrki, skjótleika og góða skili fyri spælinum styrkja um verjupartin hjá okkum. Hann hevur eisini førleikar at bæði spæla á bakkinum og verjukenda miðvøllinum, skrivar NSÍ.

Landskappingin hjá monnum byrjar 7. mars, og NSÍ spælir sín fyrsta dyst sunnudagin 9. mars. B36 verður tá á vitjan við Løkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder