Fótbóltur

NSÍ kann leggja seg á odda

TB vitjar við Løkin seint seinnapartin, har NSÍ fer eftir sjeynda sigrinum á rað.

Pól Jóhannus Justinussen og NSÍ kunnu fram frammum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Pól Jóhannus Justinussen og NSÍ kunnu fram frammum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-01 12:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 12. umfari í Betrideildini verður leiktur í Runavík seinnapartin. NSÍ tekur ímóti TB, og har er meira uppá spæl hjá NSÍ - heimaliðið kann koma uppá 1. pláss í Betrideildini, um liðið vinnur í dag. TB er í løtuni leyst av niðurflytingarstríðnum.

Síðani NSÍ tapti 2-0 í Klaksvík í 5.umfari eftir eitt lakt avrik, so hevur tað bert gingið uppeftir hjá liðnum hjá Guðjóni þórðarssyni. NSÍ hevur vunnið seks ferðir á rað við sannførandi spæli í fleiri av dystunum, og í seinastu trimum dystunum hava runavíkingar skorað 16 ferðir.

TB vann týdningarmikla dystin móti ÍF í seinastu viku, og nú skal liðið royna at skapa eitt úrslit í ógvuliga truplari uppgávu norðanfjørðs. Tað kemur helst at verða NSÍ, ið fer at sita á spælinum í dag, men TB hevur víst í ár, at liðið kann spæla við; tó hevur verið væl truplari at fingið stig á útivølli (higartil fingið javnleik í Fuglafirðir og á Argjum) 

Um NSÍ livir upp til favorittleiklutin í dag, so leggur liðið trýst á KÍ, og hini liðini í odddinum, ið spæla í morgin. Fyrsta bríksl í dag er klokkan 16.00. Vit dagføra beinleiðis frá dystinum. Hann kann síggjast á Rás 1.  


Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (26 stig)
2. NSÍ (25 stig)  
3. B36 (24 stig) 
4. Víkingur (23 stig) 
5. HB (18 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. AB (4 stig) 
10. ÍF (4 stig) 
 

Í morgin: 
Víkingur-SKÁLA
HB-EB/Streymur
KÍ-AB
ÍF-B36



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder