Silvurvinnararnir í bestu kvinnudeildini hava styrkt seg við einum leikara úr Havn. 19 ára gamla Hanna Lamhauge Jacobsen fer túrin gjøgnum Eysturoyartunnilin, og fer næsta kappingarár at spæla við NSÍ.
Hon hevur umboðað Føroyar á U19 landsliðnum, og varð eisini í landsliðshópinum í Wales í oktober 2020.
Hanna Lamhauge Jacobsen og Vinjard Johansen úr NSÍ (Mynd: NSÍ)
NSÍ skrivar á heimasíðuni, at Hanna Lamhauge Jacobsen er ein spennandi leikari.
Hanna hevur spælt 60 dystir í Betri deildini fyri B36.
Ikki fyrsta keyp í Havn
NSÍ fyrireikar seg til næsta ár, og hetta er ikki fyrstu ferð, at runavíkingar fara til Havnar eftir spælarum.
Eyðgerð Mikkelsen (Mynd: Sverri Egholm)
Í november varð kunngjørt, at málverjin hjá HB, Eyðgerð Mikkelsen, næsta ár fer at spæla við NSÍ. Felagið hevur eisini longt við Heidi Sevdal, Margunn Lindholm, Moniku Samuelsen og málverjan Sjarlottu Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald