Fótbóltur

NSÍ-liðformaðurin hevur leikbann til lykladystin fríggjakvøldið

Petur Knudsen fekk sítt fjórða gula kort í 2026 mánakvøldið og harvið ikki tøkur til oddabrakið móti KÍ. Eftir dystin móti Víkingi kom hann inn á dómaralinjuna og róði frammundir, at onkur Víkingur filmar ov nóg: - Tað haldi eg ikki er so pent fyri føroyskan fótbólt.

Petur Knudsen, sum her hevur felt Árna Frederiksberg í seinnu steypahálvfinalu millum NSÍ og KÍ í síðstu viku, verður ikki tøkur, tá liðini spæla lykladyst við Løkin fríggjakvøldið. Hann gjørdi hattrikk, síðst liðini spældu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Petur Knudsen, sum her hevur felt Árna Frederiksberg í seinnu steypahálvfinalu millum NSÍ og KÍ í síðstu viku, verður ikki tøkur, tá liðini spæla lykladyst við Løkin fríggjakvøldið. Hann gjørdi hattrikk, síðst liðini spældu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-30 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ja, eg havi leikbann til dystin fríggjakvøldið. Nú skal man heldur ikki siga ov nógv...men tað var kanska ein maður, sum liggur í so nógv, og kastar seg, hvørjaferð onkur er tætt við. Tað haldi eg ikki er so pent fyri føroyskan fótbólt, men soleiðis er tað. Vit vóru sera ónøgdir við tað.

Soleiðis segði Petur Knudsen, tá FM1 fekk orðið á NSÍ-liðformannin eftir 3-3 javnleikin í Sarpugerði í gjár. har NSÍ vendi 1-3 til 3-3 og økti um leiðsluna í oddinum.

Hóast hann ikki var nøgdur við sjálvt avrikið hjá NSÍ, serliga í 1. hálvleiki, kundi 28-ára gamli vongurin fegnast um, at stig kom við hóast alt.

Sí eisini: Eitt positivt stig eftir umstøðunum - men ikki nøktandi avrik frá okkum

Sum sitatið ovast vísir á, fíltist Petur Knudsen tó inn á ov nógv film. Hann nevnir ikki ítøkiliga nakran Víkinga-spælara, men útfrá dystinum er greitt, at hetta er Aron Benjaminsen. Tí Petur Knudsen var sjálvur í nøkrum nærdystum við vongin, sum er tíggju ár yngri, í síðuni, og hann og aðrir NSÍ'arar vístu eisini sína ónøgd, eftir at serliga Benjaminsen fekk onkur fríspørk. 

- Teir fingu nógv fríspørk, sum ikki vóru tætt við fríspørk, og tað haldi eg man kann halda eyga við næstu ferð. Men tað er dómarin, sum dømir, og man má bara royna at fylgja við tí linjuni, sum er.  Og um dómarin ikki metir, tað er film, ella hvat tað er, so má man bara spæla útfrá teimum premissunum, sigur Petur Knudsen.

Hoyr alla samrøðuna í leinkjuni omanfyri - ella her

Tað var Eiler Rasmussen, ið dømdi í Sarpugerði í gjár, og gav hann Petur Knudsen gult kort eftir nakað av nærdysti miðskeiðis í 2. hálvleiki. NSÍ-liðformaðurin var eisini íblandaður í aðrar støður í inntensa dystinum, har kegl eisini var, og NSÍ fekk eitt at síggja til bleytt brotsspark. Nakað sum Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi viðmerkti eftir dystin

- Haldi at hann (Eiler Rasmussen, red) aftur dømir væl í dag, men haldi hann hevur eina ógvuliga óhepna døming við brotssparkinum. Eg haldi, at eg eri rímiliga tætt við og í støðuni føldi eg meg rættiliga sikkran í, at tað ikki er brotsspark til NSÍ, sigur Sølvi Vatnhamar millum annað.

Nevnda kortið hjá Peturi Knudsen ger, at hann ikki kann spæla í oddabrakinum móti KÍ fríggjakvøldið, tí tað er tað fjórða hjá vandamikla vonginum í kappingini. 

Ein stórur smeitur fyri NSÍ, sum longu er millum annað Brand Hendriksson Olsen og Klæmint Andrasson Olsen fyriuttan. Michal Przybylski var heldur ikki við í gjár. Petur Knudsen gjørdi eisini hattrikk móti KÍ í steypadystinum í síðstu viku, men nú týðandi stig í oddastríðnum eru uppá spæl, er hóttanin frá nummar 16 ikki har hjá NSÍ.

NSÍ og KÍ spæla við Løkin fríggjakvøldið klokkan 19.00. Talan er um seinasta umfar undan summarsteðginum - NSÍ er trý stig frammanfyri í løtuni:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder