At munurin millum liðini í Meistaradeildini í løtuni er væl minni enn undanfarin ár, fekst sjón fyri søgn um á Skála. Har hittust toppur og botnur.
Oddaliðið legði seg á odda 3-1 við tveimum skjótum málum eftir steðgin. Men Skála fall ikki í fátt, helt fram at skapa støður og tað eydnaðist triðja dystin á rað at fáa stig: Fyrst gjørdist Simon Jørgensen tvífaldur málskjútti við brotssparki, og í yvirtíðini javnaði Bjarti Thorleifsson við frálikum frisparki.
Harvið 3-3 og dramatiskur javnleikur á Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu. Skála nú trý stig - fyrst javnleik móti B36, síðani Vikingi og nú NSÍ, sum misti týðandi fet í oddinum. Góð avrik hjá uppflytarunum - trupulleikin er bara, at tað samanlagt ikki telur so nógv.
Úrslitið gjørdi, at B36 kundi nærkast 1. plássinum. Tað gjørdi liðið hjá Jákupi Martin Joensen eisini við góðum sigri á Argjum. Tað endaði 4-1 til B36, sum annað umfarið á rað greiddi sína skyldu.
Mánadagin var tað í Sørvági - i dag vann 07 Vestur lykladyst móti EB/Streymi (0-2) og lyfti seg harvið uppum júst EB/Streym og niðurflytingarstrikuna. Liðið hjá Schjønberg sær út til at duga at fáa "røttu stigini" - EB/Streymur, sum var skert á fremstu plássunum í dag, hevur ilt við at skora mál.
Tað hevur Víkingur eisini havt. Beint fyri steðgin móti B68 í dag bragdaði, tá Jákup Johansen sló til. Men B68 kom til Norðragøtu við sjálvsáliti eftir sigurin á HB. Og miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði útiliðið brádliga tvær ferðir. Nú var trýst á Víkingi, sum síðani legði stórt trýst á B68.
Tað eydnaðist eisini at fáa brotsspark og javnað, og Jørgen Nielsen hevði eisni tvær aðrar royndir - toftamenn komu eisini í undiral og nakað ónøgdir við dømingina. Men har kom so eitt stig við úr Sarpugerði. Annar dystur á rað við javnleiki móti lægri liðum hjá Víkingi, sum er á 6. plássi - við bert tveimum sigrum eftir sjey umfør.
Hetta vóru fýra teir fyrst dystirnir í 7. umfari í Meistaradeildini hjá monnum. Tann seinasti er í gongd nú í Gundadali, har KÍ er á odda 2-0 móti HB í steðginum. Lurta á FM1 og fylgi við á Portalinum
7. Umfar:
Skála - NSÍ 3-3 (1-2)
Víkingur - B68 2-2 (1-0)
EB/Streymur - 07 Vestur 0-2 (0-0)
AB - B36 1-4 (1-2)
Sí meira um dystirnar ovast á
Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald