2024-06-25 16:20
Dysturin millum KÍ og NSÍ verður leiktur sum ætlað fríggjakvøldið klokkan 18:30, men tað verður ikki í Djúpumýru. Liðini eru samd um at býta um dyst soleiðis, at NSÍ fær heimavøll og dysturin verður leiktur við Løkin.
Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at skifta graslíki í Klaksvík, og tað skuldi vera klárt til landskappingardystin fríggjakvøldið. Soleiðis verður ikki, og tí hava liðini býtt um.
NSÍ-KÍ verður við Løkin fríggjakvøldið klokkan 18.30.
KÍ hevur heimavøll aftur í 16. umfari tann 4. juli, tá B36 er á vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald