Kristian Andersen verður framyvir ikki partur av NSÍ. Hesum boðar felagið frá.
27 ára gamli danin kom til felagið beint eftir kappingarbyrjan.
Kristian Andersen hevur eina fortíð í millum annað Brøndby, men megnaði ongantíð av álvara at seta sín dám á føroyskan fótbólt, og nú sigur NSÍ farvæl.
Hann er skrásettur fyri níggju dystir fyri besta liðið hjá NSÍ. Álopskendi leikarin hevur einki mál skorað í ár - hann hevur lagt upp til eitt.
(Mynd: NSÍ)
Seinast hann spældi var fyri einum mánaði síðani, og í gjárkvøldið boðaði NSÍ frá samstarvið, at samstarvið við Kristian Andersen er endað, og at hann harvið ikki longur er partur av NSÍ-hópinum.
NSÍ liggur á sætta plássið í Betri deilini hjá monnum við 15 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald