Fótbóltur

NSÍ skal aftur spæla í fremstu røð í 2024

Hetta varð staðfest við stórsigri á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi í gjár. Harvið flyta báðir niðurflytararnir úr Betrideildini trygt upp aftur.

Fim  umfør eru eftir, men Steffan Løkin og liðfelagirnir hava longu gjørt nóg mikið. Steffan skoraði hattrikk í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Fim umfør eru eftir, men Steffan Løkin og liðfelagirnir hava longu gjørt nóg mikið. Steffan skoraði hattrikk í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-17 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum væntað gjørdist steðgurin hjá NSÍ í 1. deild stuttur. Eftir eitt marruár í 2022 fór felagið við flest evropeiskum luttøkum síðani farið varð til 27 umfar buldrandi úr Betrideildini.

Tap á heimavølli móti grannunum úr B68 staðfesti niðurflytingina. Í gjár var aftur fýrverk við Løkin, men í mun til í fjør var tað uppflytingardámur, og vóru tað NSÍ' arar, ið stóðu fyri tí.

Við stórsigri á EB/Streymi staðfesti liðið hjá Sámal Erik Hentze tað, sum hevur ligið í luftini so at siga alt kappingarárið: Uppflytingina. Meinhard Geyti, Sølvi Sigvardsson og Búi Egilsson skoraðu eitt mál hvør, og Steffan Løkin gjørdi hattrik. Áleyparin, ið er vendur aftur úr B68, hevur skorað 16 mál í 17 dystum.

NSÍ hevur nú yvir 50 stig. Fimm umfør eru eftir. Hóast B71 hevur havt betri gongd  seinastu tíðina enn í byrjanini, so er tættasti avbjóðarin heili tjúgu stig aftanfyri.

NSÍ flytir upp saman við Skála, ið fyri kortum tryggjaði sær sæti í Betrideildini. Harvið verður Runavíkar kommuna aftur vælumboðað í bestu mansdeildini í 2024. 

Næstbesta liðið hjá NSÍ hevur eisini tryggjað sær uppflyting við at tryggja sær í minsta lagi 2. plássið í 2. deild. Harvið verður næstbesta liðið hjá NSÍ í 1. deild næsta ár.

Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder