Fótbóltur

Stuttur steðgur hjá Skála

Skála hevur tryggjað sær uppflyting til bestu deildina.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-02 12:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skála verður aftur at síggja í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum. Við sigri 4-1 sigri móti B36 í gjár tryggjaði liðið sær uppflyting til Betri deildina.

Skálamenn fluttu niður í fjør saman við NSÍ, men seinasta árið hevur gingið væl millum teir næstbestu.

Úrtøkan má sigast at hava verið góð í ár. 17 vunnir dystir, ein javnleikur og trý tap eru tað blivin til í 21 umførum.

Enn eru seks umfør eftir at spæla.

Støðan í 1. deild menn

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder