
Í 2021 var NSÍ eitt av føroysku umboðunum í evropeiskum fótbólti. Tað var einki nýtt í tí - til fyri stuttum var NSÍ tað føroyska felagið, sum hevði verið oftast í evropeiskum fótbólti á manssíðuni, síðani fremsta deildin fór til 27. umfør í 2005.
Tað hava verið nøkur rímiliga stór úrslit á vegnum: Serliga tá runavíkingar í 2008 vunnu á Dinamo Tibilisi og síðani spældu málleysan javnleik móti Premier League-felagnum Fulham á Svangaskarði í 2011; eitt ár eftir at Fulham hevði verið í finaluni í júst Europa League.
Hetta var tó í seinnu dystinum - eftir 3-0 í ávikavist Tbilisi og London í fyrru dystunum. Fyrstu ferð NSÍ royndi at koma víðari var í 2020, tá Bala Town úr Wales varð sent heim úr mjørkanum á Svangaskarði við 5-1 tapi.
Árið eftir sendi FC Honka Espoo NSÍ út á sama vølli, eftir at føroyska liðið annars hevði fingið eitt gott úrslit í Finnlandi (0-0)
Síðani hava teir í gulum og svørtum ikki spælt í Evropa. B36 tók plássið frá NSÍ í brotssparkskappingini í steypafinaluni í desember 2021, í 2022 flutti NSÍ óvæntað niður, men í fjør vann liðið seg sum uppflytari upp á 4. plássið.
Hetta gav atgongd til Conference League 2025, og her hittir NSÍ aftur lið úr Finnlandi. Talan er um størsta og mest vinnandi felagið HJK Helsinki, sum tó er í gongd við at byggja uppaftur beint nú. Í løtuni er liðið á 4. plássið í Veikkusaliga.
Í morgin skulu Teemu Pukki og hinir royna at basa NSÍ í Klaksvík. Har skal liðið úr Eysturoynni á fyrsta sinni hava evropeiskan heimavøll. Dysturin byrjar klokkan 19.45. KÍ spælir hóskvøldið klokkan 17 - í Finnlandi.
Kelda (tøl): FaroeSoccer
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli
17.00: SJK Seinäjoki - KÍ
19.45: NSÍ - HJK Helsinki (Við Djúpumýru)
Sí eisini: KÍ-hópurin er komin til Finnlands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald