Fótbóltur

NSÍ slitið samstarvið við serbiskan miðverja

Sum vit skrivaðu hósdagin, vóru søgur um tað, og Nikola Kovacevic var koyrdur niður á næstbesta lið. Nú hava partarnir gjørt avtalu um at siga sáttmálan upp.

Hósdagin váttaði formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, fyri Portalinum at Nikola Kovacevic vandi við næstbesta liðnum. Millum annað tí at 31 ára gamli verjuspælarin var í ov vánaligari venjing (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag

Hósdagin váttaði formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, fyri Portalinum at Nikola Kovacevic vandi við næstbesta liðnum. Millum annað tí at 31 ára gamli verjuspælarin var í ov vánaligari venjing (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag

2026-03-07 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ og Nikola Kovacevic gjørdu sáttmála fyri sløkum mánaðum síðani, men í dag boðar NSÍ frá enda samstarvið.

- NSÍ og Nikola Kovacevic eru komin ásamt um at enda samstarvið. Felagið ynskir honum alt tað besta í framtíðini.

Soleiðis stendur í stuttum boðum frá felagnum seinnapartin


Tá váttaði formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, at Nikola Kovacevic vandi við næstbesta liðnum. Millum annað tí at 31 ára gamli verjuspælarin var í alt ov vánaligari venjing.

Nú er greitt, at ein av útlendsku spælarunum, sum NSÍ hevur gjørt sáttmála við í vetur, fer av landinum aftur. Hetta uttan at hava spælt ein almennan dyst fyri felagið.

NSÍ, sum er endað nummar 4 og 3 í árunum eftir uppflytingina, byrjar sítt kappingarár í morgin: Víkingur vitjar við Løkin sunnudagin klokkan 15
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder