Fótbóltur

NSÍ tryggjar sær Klæmint Andrasson Olsen næstu tvey árini

Meðan runavíkingar spældu í næstu bestu deildini í fjør var trúgvi rituvíkingurin í Íslandi og spældi. Nú er hann aftur við Løkin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-08 11:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv til eitt ár í íslendska Breiðablik hjá Klæmint Andrasson Olsen, men í 2024 og 2025 verður málkongurin í barndómsfelagnum.

Hesum boðar NSÍ frá í dag.

33 ára gamli rituvíkingurin er mest skorandi leikarin í bestu føroysku deildini við tilsamans 230 málum. Klæmint hevur hartil skorað 23 mál í steypakappingini og 7 mál í evropeisku kappingunum. Í alt er talan um 260 mál fyri besta mansliðið hjá NSÍ.

[object Object]Karstin Joensen, formaður í NSÍ, og Klæmint Andrasson Olsen (Mynd: NSÍ)

Á landsliðnum eigur hann eisini fyrsta pláss sum mest skorandi leikari saman við Rógva Jacobsen. Teir hava báðir skorað tíggju mál.

NSÍ var í fjør í næstbestudeildini og vendi, men er hetta kappingarárið aftur í bestu deildini.

Landskappingin hjá monnum byrjar vikuskiftið 9. og 10 mars.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder