Fótbóltur

NSÍ vann greitt á B36 og legði seg á odda í deildini

3-0 við Løkin har Heini Vatnsdal var aftur - og varð útvístur. B36 hevur nú tapt sín fyrsta landskappingardyst. Víkingur noyddist at venda dystinum móti 07 Vestur, og Aron Benjaminsen varð aftur avgerandi.

B36 vann 2-0, tá NSÍ vitjaði fyrr í ár. Í kvøld lønti NSÍ hesum aftur við sannførandi sigri við Løkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 vann 2-0, tá NSÍ vitjaði fyrr í ár. Í kvøld lønti NSÍ hesum aftur við sannførandi sigri við Løkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-13 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir eftir landsliðssteðgin og tveir teir fyrstu dystirnir í 13. umfari í Meistaradeildini í monnum eru spældir í dag.

Lagt varð fyri í Sørvági, har Countryfestivalur var. Tór-Ingar Akselsen er nýggur við róðrið hjá 07 Vestur, sum eisini stóð seg væl fyri steðgin. Heimaliðið fekk eisini løn fyri stríðið í 45. minutt, tá Ola Arntsen sló til.

Men í 2. hálvleiki setti Víkingur seg av álvara á dystin og spældi við størri góðsku. Og eins og beint fyri landsliðssteðgin var 18-ára gamli Aron Benjaminsen í hopla.

Fyrst skoraði besti spælarin í deildini í mai, sum fekk hendan almenna heiðurin undan dystinum, eitt frálíkt mál. Hetta var eftir at Sølvi Vatnhamar fann hann, og at vongurin smekkaði bóltin í netið til 1-1. Stutt seinni fann Aron væl innskifta Jørgen Nielsen, sum var tryggur í brotsteignum.

[object Object]
Aron Benjaminsen gjørdi aftur bart í dag. Her fegnast ungi og spennandi vongurin um mál á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað varð eisini 1-3 í yvirtíðini - Arnór Brandson vann brotsspark, sum Sølvi Vatnhamar trygt gagnnýtti. So gjørdi tað einki fyri Víking, at Jónas Nordendal beint aftaná minkaði fyri 07 Vestur, sum framvegis er botnlið.

Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er ósigrað síðani 4. umfar og hevur tíggju stig fyri seinastu fýra dystirnar. Nú eru seks stig niður til HB og styttri upp til 3. plássið. 

Hoyr eisini: 
Aron Benjaminsen: Fýra mál og fýra assist er okay - men tað kann gerast betur
Tór-Ingar Akselsen: Kenslan er ordiliga súr

Tvey av liðunum, sum høvdu 26 stig í landsliðssteðginum, hittust við Løkin. Har gjørdi NSÍ bart, og eftir 17 minuttir móti B36 var 2-0: Tobias Hestad og Michal Przybylski stóðu fyri málunum, tá teir vístu kaldleika í brotsteignum hjá B36. 

Fyritreytirnar hjá gestunum gjørdust munandi verri í 37. minutti, tá Heini Vatnsdal í heitari løtu fekk tvey gul kort - bæði fyri kjaftaslit.

Hoyr eisini: Jákup Martin Joensen: NSÍ vann uppiborið - men tvey tøtt gul kort fyri kjaftaslit er eitt ov nógv

Har var eingin vegur aftur hjá B36 við tíggju monnum, og nú er liðið ikki longur er ósigrað. Viljormur Davidsen setti punktum fyri NSÍ, sum var sannførandi. Tað endaði 3-0 og harvið týðandi fet hjá NSÍ. Teir í gulum  og svørtum eru nú trý stig frammanfyri júst B36 og KÍ. Í morgin spælir KÍ.

13. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 13. juni 

07 Vestur - Víkingur 2-3 (1-0)

Sí meira um dystin her

NSÍ - B36 3-0 (2-0)

Sí meira um dystin her

Viðmerkjari: Sigurin hjá NSÍ var ikki í vanda

Í morgin, sunnudagin 14. juni

15.00: Skála - KÍ
15.00: EB/Streymur - B68 
(FM1)

17.15: AB - HB (FM1)

Klokkan 19.30 í morgin byrjar sendingin 3. hálvleikur, sum tekur samanum umfarið, á FM1.

Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder