NSÍ váttar nú, at toppskorarin á liðnum, Klæmint Andrasson Olsen, fer at spæla við íslendsku meistararunum, Breiðabliki, komandi kappingarár.
Framtíðin hjá Klæminti er komin upp á pláss, sigur felagið, og upplýsir, at NSÍ hevur longt avtaluna við NSÍ fram til 2024, og at hann verður leigaður út til Breiðablik komandi kappingarár, meðan NSÍ skal royna at vinna seg upp aftur í bestu deildina í føroyskum fótbólti eftir niðurflytingina fyrr í ár.
- Spurningurin hevur verið, um besti føroyski áleyparin kann spæla í næstbestu deildini? Ella kann Klæmint umboða annað føroyskt felag enn NSÍ? Svarið er noktandi í báðum førum. Ístaðin fer Klæmint at spæla Champions League fótbólt við verandi íslendska meistaraliðnum!, skrivar NSÍ á heimasíðu síni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald