
Feløgini í Betrideildini fáa ongar áskoðarainntøkur fyrstu tíðina av kappingini í øllum førum, og hetta er ein smeitur fyri tann fíggjarliga partin.
Í gjár hoyrdu vit um feløg, sum hava givið møguleika at keypa atgongumerki ella árskort fyri at stuðla.
Les meira: Feløg geva fjepparum møguleika at stuðla
Hendan møguleikan gevur AB nú sínum fjepparum. Nú ber til at keypa atongumerki til heimadystir hjá felagnum á alnótini - ikki fyri at fáa atgongd til sjálvan dystin, men fyri at stuðla felagnum.
Argja Bóltfelag skrivar eisini, at dyrnar verða tíverri stongdar, men til ber at síggja dystin heima í sofuni - í Televarpinum. AB spælir leygarkvøldið Inni í Vika móti Víkingi.
AB hevði fyri páskir eitt væleydnað bingo, og TB hevur síðani tikið leistin upp. Hetta fyri at fáa inntøkur, ið tørvur er á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald