Fótbóltur

Nú ber til at keypa atgongumerki til fyrstu útidystirnar hjá Føroyum

Føroyska A-landsliðið hjá monnum leggur út á Malta og spælir tríggjar dagar seinni í Rumenia.

Seinasta Føroyar leiktu ein dyst var á Ta'Qali leikvøllinum. Tà skoraði René Shaki Joensen føroyska málið í 1-1 javnleikinum
(Mynd: Sverri Egholm)

Seinasta Føroyar leiktu ein dyst var á Ta'Qali leikvøllinum. Tà skoraði René Shaki Joensen føroyska málið í 1-1 javnleikinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-05 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú nærkast av álvara, til EM-undakappingin fer í gongd. Og nú er tað møguligt hjá føroyskum fjepparum at keypa atgongmerki til fyrstu dystirnar. Heimasíðan hjá FSF skrivar:

- Leygardagin 23. mars fer føroyska A-landsliðið við monnum undir enn eina EM-undankapping. Fyrstu dystirnir verða á útivølli móti Malta og Rumenia ávikavist 23. og 26. mars, og nú ber til hjá føroyskum áskoðarum at keypa atgongumerki til hesar dystir.

Malta og Føroyar spæla á Ta’ Qali Stadion á Malta leygardagin 23. mars klokkan 17:00, og landsdysturin millum Rumenia og Føroyar verður á Dr. Constantin Radulescu Stadion í Cluj, týsdagin 26. mars klokkan 19:45 (í báðum førum er talan um føroyskar tíðir).

Føroyar eru, umframt Malta og Rumenia, í bólki saman við Norra, Spania og Svøríki. Fyrsti heimadysturin í komandi EM-undankapping verður tann 7. juni, tá spaniólar koma á vitjan á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni vitjar Noreg.

Fótbóltssambandið upplýsir, at atgongumerkjasølan til heimadystirnar byrjar eftir ætlan umleið tríggjar mánaðar áðrenn dystirnir eru á skránni. Atgongumerki til dystirnar á Malta og í Rumenia kunnu eisini keypast í Nethandlinum á heimasíðuni hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder