Hondbóltur

Nú ber til at tryggja sær atgongumerki til HM-dystirnar

Atgongumerki til dystirnar í Trier – og í Dortmund, um Føroyar koma víðari – e ru sett til sølu í dag.

Góður stemningur í Basel í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Góður stemningur í Basel í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-11 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú ber til at ogna sær atgongumerkjapakkar til HM-dystirnar hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum skal spæla HM-endaspæl í Trier í Týsklandi í november.

Hondbóltssambandið upplýsir í dag, at fyri at sita saman við føroyingunum, skulu atgongumerkini keypast gjøgnum hesa leinkjuna:

https://www.eventim.de/.../ihf-frauen-wm-2025-faroeer.../...

Teir tríggir innleiðandi dystirnir í Trier verða spældir soleiðis:

Mikudagin 26. november Montenegro – Føroyar
Fríggjdagin 28. november Spania – Føroyar
Sunnudagin 30 november Føroyar - Paraguay

Føroysku atgongumerkini verða seld í trimum ymsum bólkum: Kategori 2 fyri 79 evrur (Bólkur I), Kategori 3 fyri 69 evrur (Bólkur H blátt) og Kategori 4 fyri 49 evrur (Bólkur H lilla).

Um Føroyar gerast millum trý tey bestu londini í innleiðandi bólkinum, gongur leiðin víðari til meginumfarið í Dortmund. Tað er góður møguleiki fyri, at Týskland verður partur av hesum meginumfarinum, og tískil er ein stórur partur av hesum atgongumerkjunum longu seld.

Um ein ynskir at tryggja sær møguleikan at fylgja føroyska liðnum til Dortmund, er tað skilagott at keypa sær atgongumerki til meginumfarið nú eisini, sigur hondbóltssambandið. Hesi atgongumerkini kunnu ikki latast innaftur, um tað ikki eydnast føroysku kvinnunum at koma til meginumfarið. Atgongumerkini kunnu keypast ígjøgnum somu leinkju, sum til innleiðandi umfarið.

Atgongumerkini í Dortmund verða seld í trimum ymsum bólkum: Kategori 3 fyri 99 evrur (bólkur 317), Kategori 4 fyri 69 evrur (bólkur 318) og Kategori 5 fyri 49 evrur (bólkur 319).

Um Føroyar enda nummar fýra í innleiðand bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla sonevnda Presidents Cup í s´Hertogenbosch, sum er um plássini 24 til 32 í kappingini. Atgongumerki til Presidents Cup eru ikki tøk enn, men vilja sannlíkt ikki verða trupul at fáa hendur á, sigur hondbóltssambandið.

Atlantic Airways skipar fyri beinleiðis flogferð til Trier 24. november. Kostnaðurin fyri ferðina er 1.897 krónur. Talan er um einvegis ferð til Trier. Hesir flogferðaseðlarnir koma til sølu seinnapartin í dag, mikudagin 11. juni. Tá tað ikki er greitt hvønn bý Føroyar skulu skulu víðari til, og hvussu leingi Føroyar eru við í kappingini, mugu fjepparar sjálvir skipa sína heimferð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder