Fótbóltur

Nú byrja fyrireikingarnar av álvara

Talan er um góðan møguleika hjá landsliðsvenjaranum at síggja fleiri ungar leikarar meira. Føroyska liðið hevur fyrstu venjingina í Kekkia seinnapartin - tveir teir seinastu spælararnir eru á veg.

Gilli Rólantsson spældi næstan fullan dyst í Noregi í gjár, og legst tvøramaðurin afturat hópinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson spældi næstan fullan dyst í Noregi í gjár, og legst tvøramaðurin afturat hópinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-14 06:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Portalurin - Brno, Kekkia. Tað var í gjárkvøldið, at føroyski landsliðshópurin kom uppá pláss í næststørsta býnum í Kekkia. Tað var eftir ferð úr Vágunum, umvegis Keypmannahavn.

Les eisini: Komnir til Kekkia

Síðani hava leikararnir fingið tikið sær av løttum. Fyrrapartin er fyrsti fundurin á skránni - eftir morgunmatin - og seinnapartin venur hópurin, ið hesaferð er samanlagt væl yngri enn vanligt, saman. 

Í ferðalagnum í gjár manglaðu tveir ógvuliga skjótir bakkar. Royndi tvøramaðurin Gilli Rólandsson Sørensen spældi 77 minuttir, tá Odds í gjár spældi 1-1 javnleik móti Viking í síðsta umfari í Eliteserien. Hetta var møguliga síðsti dystur hjá 30-ára gamla Gilla í felagnum, sum endaði nummar fimm í Noreg - sáttmálin gongur nú út.

[object Object]
Martin Agnarsson - her í dysti fyri barndómsfelagið B36 - kann fáa sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum í vikuni (Mynd: Sverri Egholm)

18-ára gamli Martin Agnarsson er fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum. Hann sat á bonkinum allar 90 minuttirnar, tá Viborg vann 2-0 á Brøndby Stadium. Viborg, ið keypti Martin seint í summar, liggur á 2. plássi í Superliguni, nú støðgur verður.

Vit verða við til venjingina í Kekkia í dag.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍA Akranes (Ísland)
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn

Mikudagin 16.11 kl. 17: 
Kekkia - Føroyar (Venjingardystur)

Leygardagin 19.11 kl. 18: 
Kosovo - Føroyar (Venjingardystur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder