Fótbóltur

Nú er HM frídagur - fyrsta fjórðingsfinalan verður hóskvøldið

Frakland og Marokko bresta saman í morgin - seint leygarkvøldið spæla Ongland og Noreg. Frá nú av verða allir dystirnir spældir í USA. Her er yvirlit.

Mbappe skal royna at skora móti Marokko í morgin, meðan Haaland hevur Ongland á skránni leygardagin (Mynd: Winslow Townson/Reuters/Ritzau Scanpix)

Mbappe skal royna at skora móti Marokko í morgin, meðan Haaland hevur Ongland á skránni leygardagin (Mynd: Winslow Townson/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-08 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 27 dagar á rað við HM-fótbólti er nú frídagur.

Byrjað verður tó longu aftur í morgin, tá Frakland og Meksiko hittast í Foxborough. Seinastu dystirnir í Kanada og Meksiko eru spældir, og allar vertstjóðirnar eru úti. Frá nú av verða allir dystirnir spældir í USA.

Ein uppgerð er fríggjakvøldið, ein leygarkvøldið og ein sunnunáttina. Fyri tey flestu her um leiðirs, er krossur settur í kalendaran til leygardagin 11. juli klokkan 22: Tá bresta Noreg og Ongland saman í Miami.

Eftir áttandapartsfinalurnar eru, eins og í HM 2022, Argentina og Marokko umframt evropeisk lið eftir. Í mun til tá, eru Kroatia, Niðurlond og Portugal skifti út við Beliga, Noreg og Sveis


Hesar eru HM-fjórðingsfinalurnar:
Hósdagin 9. juli
21.00: Frakland - Marokko - Foxborough, USA

Fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia - Los Angeles, USA

Leygardagin 11. juli 
22.00: Noreg - Ongland - Miami, USA

Sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis Kansas City, USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder