Fór tað at verða heimavallarfyrimunurin, góðskan, málmaskinan og svongdin hjá City eftir heitinum, ella snildi, royndirnar, vinnaramentanin og serligu eginleikarnir hjá Real Madrid, sum fóru at verða munurin í Manchester.
Hetta var spurningurin undan seinnu hálvfinaluni í kvøld. Fyrra hálvfinalan í Madrid endaði 1-1, so alt var opið. Tað gjørdist tó ongantíð heilt spennandi - til tað var heimaliðið alt ov sterkt í mun til Real Madrid á degnum.
City legði út sum eitt óløgið: Eitt høgt trýst varð lagt, spælið fleyt væl, og tað vóru bert stórbjargingum hjá Thibaut Courtois og ósketni hjá City í avgerandi løtum at takka, at tað framvegis var 0-0 um miðjan seinna hálvleik.
Tá fann Kevin de Bruyne ein púra frían Bernardo Silva til høgru í brotsteignum, og portugisin var púra kaldur, og sendi bóltin framvið Courtois. Heimaliðið helt fram, og Silva gjørdist tvífaldur málskjútti í 37. minutt, tá bólturin stakk til hann. Royndi miðvallarin stútaði bóltin í málið hjá Real Madrid til 2-0.
Bernardo Silva stóð fyri báðum málunum hjá City fyri steðgin (Myndir: EPA)
Real Madrid tyktiskt so at siga ongantíð at vera við heilt við í dystinum. Tað gjørdist eitt lítið sindur betri eftir steðgin, men talan varð ikki meira um rímiligar støður. Toni Kroos hevði langskot á yvirleggjaran fyri steðgin - nærri einum máli kom útiliðið ikki, og Kroos og Modric vóru skiftir út, tá heilt fitt var eftir av dystinum.
City var sannførandi, og einhvør ivi um eitt heilt ósannlíkt "Real Madrid-comeback" varð kveistraður til viks, tá eitt korter var eftir. Kevin De Bruyne sendi innlegg inn úr vinstru, og Eder Militao beindi bóltin í egið mál.
Erling Braut Håland skoraði ikki í kvøld, men avloysari hansara - ið kom á vøllin eftir 88 minuttir - fekk seinasta orðið í yvirtíðini. Argentinski heimsmeistarin Julian Alvarez til 4-0, meistararnir frá í fjør vórðu eyðmýktir, og Manchester City lønti ótrúliga hálvfinalutapinum fyri Madrid aftur.
Nú skulu Pep Guardiola gera arbeiði liðugt í Premier League, basa grannunum í FA Cup-finaluni og síðani kunnu eyguni vendast móti Inter Milan í Istanbul. Har verða ensku meistararnir stórfavorittar, og kann felagið vinna sítt fyrsta Champions League-heitið nakrantíð.
Real Madrid vísti seg ikki væl fram á Etihad í kvøld og kom til lítið og einki frameftir vøllinum (Mynd: EPA)
Tey í hinari leguni kundu stórfegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)
Champions League hálvfinalurnar
Seinnu hálvfinalurnar
Í dag, mikudagin 17/5
Manchester City - Real Madrid 4-0 (2-0) 5-1 samanlagt
Í gjár, týskvøldið 16/5
Inter Milan - AC Milan 1-0 (0-0) 3-0 samanlagt
Les eisini: Inter Milan skal royna at endurtaka bragdið frá 2010
Champions League finala
Leygardagin 10. juni, Ataturk leikvøllurin í Istanbul
Inter Milan - Manchester City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald