Fótbóltur

Inter Milan skal royna at endurtaka bragdið frá 2010

Inter helt aftur nullið móti grannunum í gjárkvøldið, og Lautaro Martinez skoraði einsamalla málið í Milano. Nú er spuringurin, um tað verður City ella Real í finaluni.

Argentinski áleyparin hjá Inter, Lautaro Martinez skoraði einsamalla málið í dystinum í gjár (Mynd: EPA)

Argentinski áleyparin hjá Inter, Lautaro Martinez skoraði einsamalla málið í dystinum í gjár (Mynd: EPA)

2023-05-17 09:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrra finaluliðið í Champions League varð funnið í Milano í gjárkvøldið. Tað vóru teir meira blákløddu, ið vunnu grannauppgerðina í "italsku hálvfinalunum". Inter hevði vunnið 2-0 í fyrru hálvfinaluni, og tað gjørdist ongantíð veruliga nakar ivi á San Siro/Giuseppe Meazza í gjárkvøldið.

AC Milan jagstraði og hevði bóltin meira, men Inter Milan hevði fleiri møguleikar, og í 72. minutti stongdi maðurin við liðskiparabandinum hurðina fyri arvafíggingunum. Lautaro Martinez spældi aftur og fram við Romelu Lukaku, og staddur til vinstru í brotsteignum hjá AC Milan smekkaði argentinski heimsmeistarin bóltin niður í málhornið.

[object Object]
Lautaro kundi fegnast saman við Inter-fjepparum og liðfeløgunum eftir 1-0 málið (Mynd: EPA)

Tað endaði 3-0 samanlagt, og Inter Milan skal í næsta mánaði spæla sína fyrstu Champions League-finalu síðani 2010. Tá vann italska felagið 2-0 á Bayern í finaluni. Tað var undir José Mourinho - nú er italumaðurin Simone Inzaghi oddamaður.

Hvørt tað verður Real Madrid ella Manchester City, ið skal royna at fella Inter í Istanbul, fæst greiða á í kvøld. Fyrra hálvfinalan millum hesu liðini - í Madrid - endaði 1-1.


Champions League hálvfinalurnar
Seinnu hálvfinalurnar

Í gjár, týskvøldið 16/5
Inter Milan - AC Milan 1-0 (0-0)3-0 samanlagt

Í dag, mikukvøldið 17/5
20.00: Manchester City - Real Madrid (1-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder