2020-05-20 08:38
Seinast tað bar til at fáa Fòtbóltskort við leikarum úr bestu føroysku deildunum var í 2016.
Í vetur og vár hevur verið arbeitt við at gera kort til 2020 til reiðar, og nú, Betrideildin hjá monnum júst er komin í gongd, og Betrideildin hjá kvinnum fer at byrja, eru tey á marknaðinum.
Í dag, mikudagin 20. mai, verður gjørligt at keypa savningarkort av mannfólka- og kvinnuleikarum úr bestu føroysku fótbóltsdeildunum, umframt landsliðsleikarum, á Magn og Effo-støðum kring landið.
Eisini verður gjørligt at keypa savningarmappur og liðplakatir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald