Teir seinastu dystirnir í Champions League bólkaspælinum vóru í kvøld, og nú er greitt hvørji tey sekstan liðini, ið skulu leika í áttandapartsfinalunum eru.
Hóast italska felagið Atalanta legði út við at tapa teir fyrstu tríggjar dystirnar í bólkaspælinum, høvdu teir í kvøld møguleikan at spæla seg víðari úr tætta bólki C, har trý lið í kvøld kundu fara avstað við ørðun plássi og fylgja við Manchester City til áttandapartsfinalurnar. Atalanta var á vitjan í Ukraini, har Shaktar tók ímóti. Tað eydnaðist Atalanta, við trimum málum í seinna hálvleiki at vinna dystin 0-3, við málum frá Timothy Castagne, Mario Pasalic og Robin Gosens. Og tá tað ikki eynaðist Dinamo Zagreb at vinna á Manchester City, so var greitt at Atalanta kom víðari.
Tað seinasti liði, sum spældi seg víðari í bólkaspælinu var Atletico Madrid,sum í kvøld vann 2-0 á Loomotiv Moskva. Tann sigurin var nokk til at senda spanska høvuðstaðarfelagið víðari. Málini hjá Atletico skoraðu Joao Felix og Felipe. Atletico endaði nummar tvey í bólki D, og fara saman við Juventus víðari til áttandapartsfinalurnar.
Í München tapti Jose Mourinho fyri aðru ferð sum Tottenham venjari, tá teir vitjaðu Bayern München. Bayern vann dystin 3-1. Málini hjá Bayern skutu Kingsley Coman, Thomas Müller, og Philippe Coutinho, meðan Ryan Sessegnon skoraði fyri Tottenham.
Úrslitini í kvøld:
Dinamo Zagreb – Manchester City 1-4
Shaktar – Atalanta 0-3
Atletico Madrid – Leverkusen 2-0
Leverkusen – Juventus 0-2
Club Brügge – Real Madrid 1-3
Paris Saint Germain – Galatasaray 5-0
Bayern München – Tottenham 3-1
Olympiakos – Reyða Stjørna 1-0
Í áttandapartsfinaluni møta eitt’arar einum tvey’ara, tó kunnu tvey lið úr sama landi ikki møtast.
Hesi liðini hava spælt seg víðari:
Eitt'arar:
PSG, Bayern, City, Juventus, Liverpool, Barcelona, RB Leipzig og Valencia
Tvey'arar:
Real Madrid, Tottenham, Napoli, Dortmund, Lyon, Chelsea, Atalanta og Atletico Madrid.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald