Fótbóltur

Nú fer EM í gongd

Spælt verður hesaferð í trimum londum, og 24 lið kappast um gullið. Fyrstu dystirnir fara í gongd klokkan 17.15. Spania, sum verjir heitið, spælir í kvøld. Danmark er favorittur at vinna kappingina.

Sera royndi strikuleikarin Julen Aguinagalde, roynir segher stiandi móti Niklas Landin undir EM-endaspælinum i 2016. Spania er evropemeistari, og danir eru heimsmeistarar (Mynd: EPA)

Sera royndi strikuleikarin Julen Aguinagalde, roynir segher stiandi móti Niklas Landin undir EM-endaspælinum i 2016. Spania er evropemeistari, og danir eru heimsmeistarar (Mynd: EPA)

2020-01-09 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er fyrstu ferð, at EM hjá monnum hevur tríggjar vertstjóðir, og tað er fyrstu ferð, at tað eru 24 lið í endaspælinum. Áður hava tað verið 16 lond, og áður eru trý lond farin víðari til millumumfarið, men hesaferð koma tvey víðari úr hvørjum bólki.

Hetta ger, at tað fer at verða meira trupult og meira uppá spæl hjá teimum størstu hondbóltstjóðunum frá byrjan, og talan kann gerast um eitt sera spennandi og dramatiskt bólkaspæl.

Danmark hevur millum annað fingið ein truplan bólk. Fyrsta uppgávan er leugarkvøldið móti Ísland, ið hevur mannin sum førdi Danmark til OL-gull í Rio í 2016, Guðmund Guðmunsson, við róðrið. Samstarvið við Guðmund steðgaði eftir nógv stríð millum venjaran og Danska Hondbóltssambandið, serliga ítróttarstjóran og fyrrverandi gullvenjaran Ulrik Wilbek. Hini liðini í bólkinum kunnu avgjørt eisini bjóða av: Russland og Ungarn. Danir verða mettir av serfrøðingum og veddingarfyrtøkum sum størsti favoritturin at vinna EM.

Lagt verður fyri í kvøld, og leikt verður í Trondheim og í Graz. Holland og Týskland spæla grannauppgerð um eina løtu, og samstundis sum avkast er í Noreg, byrja Hvítarussland og Serbia í Eysturrríki. Bæði Noreg og Eysturríki spæla sínar fyrstu dystir í morgin.

Spania verjir heitið sum evropameistari, og er ein av størstu favorittunum at røkka finaluni aftur hesaferð. Fyrsta stigið skal takast í kvøld móti Lettlandi, ið er við til sítt fyrsta endaspæl. Lettland tapti í 2015 finaluna í Emerging Nations Championship, móti Føroyum, sum í morgin leggja út í HM-undankappingini móti einum øðrum baltiskum liðið í menning, Litava. Dinis Kristopans er stóra stjørnan hjá lettum, men Spania er sjálvandi í leiklutinum  sum stórfavorittur.

Svøríki er triði verturin fyri endaspæli, og tað er í Stokkhólmi, at hálvfinalurnar og finalan verða leiktar. Bólkurin hjá Danmark og Íslandi er í Malmö. Svøríki leggur í morgin út í Scandinavium í Göteborg - í somu høll har føroysku U17-dreingirnir vunnu finaluna í Europran Open í summar.  

Bólkur A: 
17.15: Hvítarussland - Serbia
19.30: Kroatia - Montenegro

Bólkur C: 
17.15: Týskland - Holland
19.30: Spania - Lettland



Bólkur B: 

Í morgin: 

17.15: Kekkia - Eysturríki
19.30: Norður Makedónia - Ukraina


Bólkur D: 

Í morgin: 

17.15: Frakland - Portugal
19.30: Noreg - Bosnia & Hersegovina

Bólkur F:

Í morgin:

17.15 Slovenia - Pólland 
19.30: Svøríki - Sveis


Bólkur C: 

Leygardagin: 

Danmark - Ísland
Russland - Ungarnd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder