Í februar í fjør kunngjørdi hann, at hatta var tað. Ein glæsilig yrkisleið var av. Tó at hon endaði við einum heldur keðiligum tapi í Divisional Round í endaspælinum (fjórðingsfinaluni), hevði maðurin við 12-talinum á rygginum og á bringuni sigra so mangan, har tað veruliga var stuttligt.
Bert 40 dagar eftir fráboðanina gjørdi hann tó greitt, at har var framvegis arbeiði at gera liðugt, og harvið hevði Tampa Bay Bucaneers aftur í ár tann mest royna quarterbakkin í NFL, og tann sum hevði kasta flest touchdowns og yards í NFL-søguni. Tað endaði aftur við vónbroti á heimavølli í endaspælinum, men Tampa fekk eina Super Bowl - í 2021 - burturúr at heinta mannin, sum meira ella minni hevur heitið G.O.A.T (Greatest of All Time) í NFL-heiminum.
Tom Brady lyftir Lombardi-steypið fyri sjeyndu ferð - hesuferð sum limur í Tampa Bay Buccaneers (Mynd: EPA)
Thomas Edward Patrick Brady Jr varð føddur 3. august 1977 í San Mateo í Kalifornia. Hetta er stutt frá San Francisco, og sum barn og ungur var stóra fyrimyndin hjá Brady quarterbakkurin Joe Montana, sum vann Super Bowl fýra ferðir við San Francisco 49'ers í áttatiárunum.
Brady ynskti at verða valdur av 49'ers, tá hann í 2000 skuldi taka stigið upp frá Michigan og College til NFL. Tað var tó fyrrenn í sættu rundu í draftinum - har eru sjey - og við valið 199, at Bill Belichick og New England Patriots satsaðu uppá klæna quarterbakkin, ið ikki hevði tey allarbestu ummælini.
Hetta skuldi vísa seg at vera ein ógvuliga góð avgerð - betri enn hvat nakar í Patriots hevði væntað. Brady var partur av New England Patriots-liðnum, sum hevur heimstað í Boston-økinum í tjúgu ár. Í næsta kappignarárinum fekk hann møguleikan sum fyrsti quarterbakkur, tá Drew Bledsoe varð skadur. Brady gjørdi ikki mætari enn at leiða Patriots til sítt fyrsta Super Bowl-heiti sama ár, og við Belichick á odda uttanfyri á vøllinum og Brady á odda á vøllinum, vann felagið Super Bowl heili seks ferðir: Í 2002, 2004, 2005, 2015, 2017 og 2019.
Belichick og Brady gjørdust søguligur saman (Mynd: EPA)
Einki felag hevur vunnið tað fleiri enn seks ferðir, og tann einasti spælarin sum hevur lyft Lombardi-steypið fleiri enn seks ferðir er júst Tom Brady. Hóast hann var yvir 40 ár, fóru Buccaneers eftir honum í 2019, og við heimavølli í Tampa kom nummar sjey hjá honum í hús.
Tom Brady hevur flest sigrar sum heild av nøkrum quarterbakki. Hann var heili 15 ferðir í Pro Bowl (á All Star-liðið), og tríggjar ferðir varð maðurin við stóra úthaldinum og fótbóltsheilanum valdur til mest virðismikla spælara í NFL.
Tað hevur í seinastuni verið gitt, um hann fór at spæla við einum øðrum liðið næsta ár, ella um hetta nú endaliga var tað, og í dag hevur Tom Brady í stuttari fráboðan sagt, at hann gevst í NFL - og at hann hesuferð ikki fer at broyta meining. Harvið er yrkisleiðin hjá - um ikk tí størsta - einum av teimum allarstørstu í søguni av.
Les eisini:
Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles skulu spæla í Super Bowl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald