Fótbóltur

Nú kemur bók um KÍ-kvinnurnar

Talan er um eina sovnenvda krabbabók, sum eitur " Kular og knáar KÍ-kvinnur". Páll Holm Johannesen hevur skrivað bókina, og hon verður løgd fram í KÍ-høllini 22. november.

Síðani 2000 hava tær bláu úr Klaksvík verið nærum einaráðandi í bestu kvinnudeildini, og vunnu tær aftur FM í ár (Mynd: Olaf Olsen)

Síðani 2000 hava tær bláu úr Klaksvík verið nærum einaráðandi í bestu kvinnudeildini, og vunnu tær aftur FM í ár (Mynd: Olaf Olsen)

2023-11-16 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Síðani 2000 hava tær bláu úr Klaksvík verið einaráðandi í bestu kvinnudeildini, og í ár er einki undantak. Fleiri enn 20 ferðir hava tær staðið ovast á pallinum og tikið ímóti føroyameistarasteypinum – uttan at missa eitt einasta stig. Men hvussu ber tað til, at KÍ-kvinnurnar koma í metbókina hjá Guinness og fáa so góð úrslit ár eftir ár? Svarið er einfalt: tær eru dugnaligir spælarar hvør sær og saman. Góða samanhaldið gevur teimum ein sterkan vilja at vinna hvønn dyst og at stríðast til síðst bríksl.

Soleiðis ljóðar inngangurin, nú ein bók um serstaka kvinnuliðið í Klaksvík er skrivað. Tað er Páll Holm Johannesen, ið er høvundur. Nógvar myndir frá árunum eru eisini í. Kular og knáar KÍ-kvinnur er ein sonevnd krabbabók, og tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum geva út.

Mikudagin í komandi viku klokkan 17.00 verður bókin løgd fram á framløgu í KÍ-høllini í Klaksvík. Solby Christiansdóttir fer at tosa við rithøvundin og leikarar á KÍ-liðnum gjøgnum árini, eins eitt tónleikainnslag eru á skránni, skriva KÍ og Bókadeildin.

Bókaframløgan er í glasstovuni (inngongd úr Bøgøtu).

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder