Annað

Nú nærkast av álvara til Super Bowl

Náttina til mánadagin verður brakið í Atlanta.

Tom Brady kann vinna sína sættu Super Bowl mánanáttina í Atlanta
(Mynd: EPA)

Tom Brady kann vinna sína sættu Super Bowl mánanáttina í Atlanta (Mynd: EPA)

2019-02-01 06:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spenningurin er øðiligur, nú minni enn trý samdøgur eru til ársins ítrottartiltak í USA. Í stóra landinum fyri vestan fara yvir 100 milliónir at fylgja við, tá Rams og Patriots bresta saman í statinum Georgia. Kring heimin verður hyggjaratalið størri.

Áhugin fyri ítrotini tykist vaksa her í Føroyum, og eitt fyribrigdi við Super Bowl sum tykist vera gjøgnumgangandi er, at hóast sjálvt spælið kanska ikki hugtekur ein, so verður framvegis hugt eftir stóra dystinum. Tað er dramaði, og tað er "showið" í tí sum dregur nógv; tað áðrenn og í hálvleikinum. So eru tað mongu og dýru lýsingarnar, ið fylla nógv í USA. Felagskapurin við nógvum fólki og nógvum og góðum mati ger eisini sítt til, at Super Bowl er nakað serstakt.

Tað eru nógvir NFL-nørdar kring heimin og eisini her á landið. Tað verður áhugavert at skoðað um frambrúsandi Rams-liðið, við unga og framfýsna venjaranum, Sean Mc Vay á odda, megnar at koppa og nógv vinnandi Patriots-liðnum sum hevur sera roynda Bill Bilichick á síðulinjuni.

Teir sum eru quarterbacks hjá liðunum eru eisini heilt ymiskir. 24-ára gamli Jared Goff varð valdur fyrst í draftinum í 2016. Eftir eina misjavna byrjan hevur hann blomstra undir McVay, og stendur nú í sínari fyrstu finalu. Hetta er Super Bowl nummar níggju hjá Tom Brady, og tað er met. 41-ára gamli maðurin varð valdur sum nummar 199 í 2000, men prógvaði so skjótt sum hann kom til, at hann var ein vinnari.

Brady vann sína fyrstu Super Bowl ímóti Rams, tá liðið hevði heimstað i St. Louis (flutti aftur til Los Angeles í 2016) Spurningurin er um New England og Brady endurtaka sigurin frá 2002, ella um teir eins og í fjør ímóti Eagles verða koppaðir. Alt er uppá spæl, upptakin koyrir í Atlanta og fyri mong kann mánanáttin ikki koma nóg skjótt. Vit hava meira upptakstilfar komandi dagarnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder