Marghøllin í Vági hevur staðið síðani 2018, og kjakið um fleiri fótbóltshallir í Føroyum hevur verið í nógv ár.
Summar ætlanir hava verið - fleiri steðgaðar í stoypiskeiðini og vegna fígging ella okkurt klandur. Men tá Fótbóltssamband Føroya mitt í januar boðað frá nýggjum møguleikum, lat nakað seg upp.
- Kommununar kring landið hava nú møguleikan at søkja um stuðul til bygging av fótbóltshallum. Hvør verkætlan kann søkja um í mesta lagi 15-20 prosent av samlaða kostnaðinum. Í serstøkum førum kann hægri stuðul tó latast.
Soleiðis skrivarði FSF millum annað á heimasíðu sínari, har boðað varð frá, at kommur kundi søkja um stuðul; hetta tí FSF hevur fingið møguleika at søkja um alt 19 milliónir krónur úr FIFA-skipan, sum stuðlar verkætlanum, ið hava til endamáls at byggja fótbóltshallir.
Hetta var eisini frammi á aðalfundi Fótbóltsambandsins. Freistin at søkja var 2. mars.
Tríggjar verkætlanir til viðgerðar - kann veruliga flyta
Kristin Dam Ziska váttar fyri Portalinum, at Fótbóltssambandið hevur fundir við tríggjar kommunurnar um fótbóltshallir hesar næstu dagarnar.
- Umsóknirnar síggja spennandi út, og vit skulu nú hava fundir við kommunurnar um verkætlanirnar. Tær síggja avgjørt spennandi út.
Talan er um tríggjar kommunur, sum søktu, áðrenn freistin fór tíðliga í mars mánaða.
Aðalskrivarin kann ikki upplýsa, hvørjar kommunur talan er um.
Men hetta er í øllum førum nakað, sum fer at flyta mørk innan føroskan fótbólt, heldur Kristin Dam Ziska
- Hetta er nakað, sum kann veruliga kann flyta føroyskan fótbólt. Tað at fáa slíkar hallir, gevur heilt aðrar møguleikar - serliga til leikaramenning.
![]()
Kristin Dam Ziska upplýsir fyri Portalinum, at spennandi ætlanir eru í stoypiskeiðini (Mynd: Sverri Egholm)
Í nýggju fimm-ára ætlanini hjá FSF (FSF strategi 2026-2030) fyllir leikaramenning, millum annað venjing hjá úrmælingumm nógv. Hetta undir "Betri úrvalsavrik. Tað og súlan "Luttøka í heimsflokki" eiga at verða styrkt av, at fótbóltshallir eru. Hetta fer at gera venjingarfyritreytirnar betri - millum annað um veturin.
– Átakið er liður í arbeiðinum at menna og betra um karmarnar fyri fótbóltin kring landið, soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri føroyingar at spæla fótbólt – alt árið, alt lívið, skrivaði FSF í januar.
Einki er endaliga uppá pláss enn, men ymiskt bendir á, at Marghøllin í Vági rímiliga skjótt ikki verður einasta innandura fótbóltshøll í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald