Fótbóltur

Nú skal ferð á NSÍ: Tríggir leikarar leggjast afturat hópinum

NSÍ hevur gjørt tríggjar nýggjar sáttmálar. Við ein dana, ein finna og ein føroyskan U21 landsliðsleikara.

Lukas Giessing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lukas Giessing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-12 14:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við Sámal Erik Hentze, Bagga, við róðrið, skal NSÍ vinna seg úr botnstríðnum í Betri deildini, og skjøtil er settur á tað við trimum nýggjum sáttmálum í dag.

Nógv mundu undrast yvir at NSÍ seinnapartin bjóðaði viðhaldsfólkum og stuðlum til kunningarfund. Tað hevur gingið illa í hond hjá felagnum í Runavík, sum nú landskappingin er í summarfrí liggur á áttanda plássi, og er bara fýra stig frá niðurflytingarstrikuni.

Men talan var um avdúkan av nýggjum leikarum. NSÍ hevur gjørt sáttmála við Mathias Nielsen, Miska Rautiola og Lukas Giessing.

[object Object]

- Mathias Nielsen er 31 ára gamal, og hevur eina rúgvu av royndum úr donskum fótbólti, nevnast kann at hann hevur spælt fyri FC Nordsjælland, Viborg, AC Horsens, Randers og nú til seinast í HB Køge. Tí fegnast vit stórliga um at hava fingið ein sera royndan leikara inn í felagið, ein mann við royndum, sum kann hjálpa og stuðla okkara ungu monnum víðari í teirra útvikling.

[object Object]

- Miska Rautiola er úr Finnlandi, hann er 24 ára gamal,  og hevur hann spælt í bestu finsku deildini, hann er ein góður og sterkur verjuleikari, sum hóast sín unga aldur longu hevur nógvar royndir. 

[object Object]

- Lukas Giessing er kendur á U21 landsliðnum hjá Føroyum, og hevur sera góð evnir, sigur NSÍ.

Avrat hesum hevur felagið fingið tilgongd av einum leikara úr Ukraina, umframt at Jørgen Nielsen er aftur í felagnum, skrivar NSÍ í fráboðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder