Fótbóltur

Nú skal KÍ av álvara snáva í endaspurtinum

FM-spenningurin tykist vera farin, eftir at KÍ enn einaferð vann á HB. Oddaliðið hevur nógvar møguleikar næstu vikurnar at avgerða alt.

KÍ hevur fingið 55 av møguliga 60 stigum, og skal missa í minsta lagi umleið 10 stig sínar seinastu sjey dystir, fyri at føroyameistaraheitið kann enda aðrastaðni (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur fingið 55 av møguliga 60 stigum, og skal missa í minsta lagi umleið 10 stig sínar seinastu sjey dystir, fyri at føroyameistaraheitið kann enda aðrastaðni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-16 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vann KÍ á HB fyri triðju ferð í ár, og harvið gjørdu teir í bláum annað árið á rað reint boð móti arvafígginindunum úr høvuðsstaðnum. Úrslitið merkir eisini, at KÍ nú er væl nærri enn einum føroyameistaraheiti.

Les eisini: Páll sendi KÍ stór fet nærri FM

Sí eisini - myndir og video úr Gundadali í gjár: 
Magne Hoseth: - Páll er bara klassi - skulu handfara nógvu dystirnar
Páll: - Hatta var stuttligt - skulu ikki slaka nú
Viljormur: KÍ hevur tað sum skal til í slíkum dystum
Myndir: HB - KÍ

Um KÍ skal fangast, so er fyrsta treyt helst, at annað av havnarfeløgunum ger reint borð síðstu seks umførini. B36 er tvey stig nærri KÍ. Tað eru ávíkavist seks og átt stig, men í mun til HB, hevur B36 verri málúrttøku enn KÍ. Talan er um átta mál, so tað er sum eitt eyka stig.

HB hevur møguleika at røkka 65 stigum og B36 67. Tey hittast innanhýsis 25. september, so tá fæst endaliga greiða á, hvat lið verður betri við í seinastu umførunum. Bæði hava eisini Víking á dystarskránni skjótt.

[object Object]
Sigurin í gjár merkti nógv fyri Jákup Biskopstø Andreasen og KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur longu 55 stig og kann fáa 21 stig afturat. Harvið skal liðið hjá Magna Hoseth "missa" í minsta lagi níggju stig - og helst meira - um ikki FM skal til Klaksvíkar triðja árið á rað. 

Tað tykist ógvuliga ósannlíkt. Eisini tí at teir størstu møguligu snávíngarsteinarnir - B36 og Víkingur - ikki ligja fyrrenn í ávíkavist næstseinasta og seinasta umfari. Í KÍ vil man hava tað avgjørt áðrenn hetta.  Ein tøtt dystarskrá, við nøkrum dystum í Conference League og útsettum dysti, kann ávirka, og oddaliðið hevur í ár víst ávísar veikleikar í dystum móti "botn-fimm" liðum. KÍ hevur dyst umleið 3. hvønn dag næstu tríggjar vikurnar. Nógv bendir á, at FM kemur í hús í hesum tíðarskeiðnum.

Støðan í oddinum eftir 21 umfør: 
1. KÍ 55 stig *
2. B36 49 stig
3. HB 47 stig
4. Víkingur 42 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder