Fótbóltur

Nú skal liðið vísa sítt veruliga virði

Føroyar spæla móti Slovakia í undankapping í Luksemburg í dag.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-11 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sannleikans tími er hjá føroyska manslandsliðnum í dag. Áðrenn farið varð avstað til hesa undankappingina til HM 2021 varð lagt upp til, at liðið kanska hevði ein lítlan møguleika at spæla seg víðari í kappingini.

Men eftir tapið við 11 málum í gjár móti Litava í Luksemburg, tyktust leikarar og venjarar hjá føroyska liðnum meira eyðmjúkir eftir dystin í gjár.

Í dag klokkan 14 føroyska tíð skulu Føroyar spæla móti Slovakia. So um føroyingar vilja prógva, at hondbólturin veruliga er gingin fram seinastu árini, og at liðið hevur flutt seg upp frá botninum í evropeiskum hondbólti, er neyðugt at liðið megnar at geva slovakum veruliga mótstøðu í dag.

Myndir frá dystinum í gjár

Slovakia vann í gjárkvøldið trygt móti vertunum úr Luksemburg. Slovakia vann 22-16, so eftir fyrsta umfar liggja Litava og Slovakia á odda í bólkinum við tveimum stigum, meðan Luksemburg og Føroyar hava 0 stig.

Slovakia hevur ikki gjørt stórvegis vart við seg í evropeiskum hondbólti seinastu, og hevur ikki verið við í stórari kapping síðan EM í 2012 í Serbia, tá liðið ikki kom víðari úr innleiðandi bólkinum. Árið fyri gjørdist Slovakia nummar 17 í HM kappingini í Svøríki.

Men heilt stórar avbjóðingar standa fyri framman, tí um tvey ár skal Slovakia – saman við Ungarn –vera vertur fyri HM endaspælinum, og harvið hevur landið eisini tryggjað sær luttøku í kappingini.

Sí eisini metingina hjá Pola Hansen eftir tapið móti Luksemburg í gjár:

Portalurin er á staðnum, og vit dagføra støðuna live á framsíðuni á Portalinum og fylgja upp við samrøðum og metingum eftir dystin.

Dysturin verður eisini vísturí Kringvarpi Føroya, sum byrjar at senda klokkan 13.50. FM1 útvarpar eisini beinleiðis frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder