U20 menninir skulu í kvøld aftur í eldin í EM-endaspælinum í Porto.
Nú er tað “hálvfinala” í stríðnum um at enda á 9. plássi. Italia endaði ovast í hinum bólkinum í innleiðandi umfarinum, og tað er mótstøðuliðið í kvøld.
Italia var í innleiðandi bólki saman við Íslandi, Týsklandi og Serbia, har tey bæði síðst nevndu komu víðari í EM-kappingini.
Vinnarin av dystinum í kvøld skal spæla um 9./10. pláss leygarkvøldið, og taparin skal spæla um plaseringina 11 og 12. Í hinari ‘hálvfinaluni’ spæla Slovenia og Ísland, so leygarkvøldið verður føroyska mótstøðan annaðkvørt grannarnir úr Íslandi ella Slovenia, og harvið møguleiki at fáa hevnd fyri eitt máls-tapið í innleiðandi umfarinum.
Vinna Føroyar móti Italia í kvøld, hava vit tryggjað okkum luttaka í endaspælinum næsta ár.
Dysturin Føroyar-Italia byrjar kl. 19:30. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald