Fótbóltur

Nú skal slagið um steypið standa

B68 og HB bresta saman á Tórsvølli klokkan 17, og stórur spenningur er. Í Nes kommunu fer man eftir fyrsta steypinum í 31 ár - HB vann steypakappingina fyri 28. ferð í 2020.

Tey á Toftum, Nesi og Saltnesi hava bíðað leingi...nú hevur B68 møguleikan at skaka føroyskan fótbólt eitt sindur í einari steypafinalu, og áskoðarnir fara heilt vist at møta væl upp (Mynd: Sverri Egholm)

Tey á Toftum, Nesi og Saltnesi hava bíðað leingi...nú hevur B68 møguleikan at skaka føroyskan fótbólt eitt sindur í einari steypafinalu, og áskoðarnir fara heilt vist at møta væl upp (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-04 13:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti almenni fótbóltsdysturin millum tvey føroysk feløg í 2023 er á skránni á Tórsvølli í kvøld. 

Har skulu HB og B68 dystast um Løgmanssteypið. Fyri B68 snýr tað seg um at royna at fáa fyrsta steypið síðani 1992, tá triðja FM-heitið kom í hús. Heiður, evropeiskt pláss og harvið peningur, sum hevði komið á eitt turt stað, eru sanniliga eisini uppá spæl. Felagið hevur ongantíð vunnið steypakappingina og einasta luttøkan í einari steypafinalu var í 1995. Tá tapti B68 fyri júst HB (1-3).

Hetta var ein av teimum 28 finalusigrunum hjá HB. Felagið hevur vunnið steypakappingina nógv oftast - um finalusigrarnir hjá B36, KÍ, GÍ og Víkingi verða lagdir saman, so er HB framvegis frammanfyri.

Sí eisini: Stórur munur á vinnararoyndum

Tað sigur eitt sindur um vinnarasiðvenjuna í felagnum. HB skal nú royna at vinna sítt fyrsta steyp síðani steypafinaluna síðani 2020. Trýstið í mun til evropeiska plássið ar av, tí HB endaði á 3. plássinum í Betrideildini. Liðið hjá Jákup Martini Joensen vil tó enda eitt heldur óróligt kappingarár væl. Um HB livir upp til favorittleiklutin í kvøld merkir tað eisini, at B36 fær evropeiskt pláss.

Jákup á Borg og B68 kunnu hinvegin taka seinasta evropeiska plássið. Stórur spenningur er í Nes kommunu, har hitað hevur verið upp alla vikuna - serliga fyrrapartin sum sæst á videobrotum á Facebook-síðuni hjá B68. Í HB hevur sanniliga eisini verið hitað upp, og frá klokkan 15 verður stór upphiting í HB-húsinum við tónleiki, mati og andlitsmáling. 

[object Object]
Mikkel Dahl og HB bastu 07 Vestur í hálvfinaluni...(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

[object Object]HB'arar fegnast eftir steypagullið í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Í fjør var Jákup á Borg við til at bjarga B68 í Betrideildini...nú kann taka evropeiska plássið frá B68 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur eisini gingið fínt við atgongumerkjasøluni, og fleiri bólkar eru fullir. Huglagið verður helst gott á Tórsvølli. Umstøðurnar hjá áskoðarunum at seta sín dám á dagin eru tó ikki heilt eins góðir sum áður til steypafinalur: 

- Tað er undir ongum umstøðum loyvt at hava fýrverk við inn á stadion. Verður fýrverk skotið undir finaluni, verður dysturin steðgaður beinanvegin. Tað er heldur ikki loyvt at hava konfetti við inn á stadion, uttan so, at hetta er í samráð við FSF. Eftir dystarlok verður vinarliga heitt á áskoðararnar um IKKI at fara inn á vøllin.

Soleiðis skrivar FSF á heimasíðu sínari. Tað er tó helst ivasamt, um ein algoyst mannafjøld heldur alt hetta.

Televarpið vísir finaluna við drúgvari upptakt frá klokkan 15.30. FM1 og KVF siga frá dystium - Portalurin verður á staðnum. 

Finalan um Løgmanssteypið 
Í morgin, leygardagin 3. november
17.00: B68 - HB

Tøl:
 Faroesoccer og FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder