- Talan er annars um tvey lið við rættuliga ymiskum steypahagtølum, sum í ár møtast í finaluni. Meðan HB hevur vunnið steypakappingina hjá monnum ikki færri enn 28 ferðir síðani 1955, er hetta bara aðru ferð í søgu felagsins, at B68 er í einari steypafinalu.
Soleiðis skrivaði Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari, í samband við at tað varð kunngjørt, at Kári á Høvdanum skal døma steypafinaluna um Løgmanssteypið.
Tað er ein áhugaverd samanbering, og um fremsta mansdeildin verður tikin við, so er munurin á HB og B68 uppaftur størri. Ikki tí; tey á Toftum, Nesi og Saltnesi hava fingið fegnast um FM tríggjar ferðir. Tvær ferðir í áttatiárunum og seinast í 1992. HB hevur vunnið føroyameistaraheiti tíggju ferðir síðani tað og heilir 24 ferðir samanlagt.
B68-áskoðarnir fara at seta sín dám á (Mynd: Sverri Egholm)
Mest vinnandi felagið í føroyskum mansfótbólti fer inn til finaluna um Løgmanssteypið í morgin sum greiður favorittur. Tó er trýstið farið nakað av liðnum hjá Jákup Martini Joensen. Hetta tí at HB tryggjaði sær evropeiskt pláss til 2024 í seinasta umfarinum í Betrideildini.
B68 vil eisini út í Evropa, og liðið hjá Jákupi á Borg stríðist fyri einum søguligum steypi. Ein innrás úr Nes kommunu er væntað.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í morgin verður klokkan 17. Televarpið vísir finaluna.
Finalan um Løgmanssteypið
Í morgin, leygardagin 3. november
17.00: B68 - HB
Atgongumerki til finaluna kunnu keypast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald