Hondbóltur

Nú skulu finalistarnir finnast

Kvinnurnar spæla fyrru hálvfinaluna mikudagin meðan menninir spæla fyrru hálvfinalurnar hósdagin. Her er yvirlit.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-02-03 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt hvussu hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti verða leiktar. Hjá kvinnum verða tær fyrru leiktar mikudagin, og tær seinnu leygardagin. Menninir spæla hósdagin og sunnudagin

Bæði hjá monnum og hjá  kvinnum spæla Kyndil og VÍF um annað finaluplássið meðan Neistin og H71 spæla um hitt.

Finalan í Faxe Kondi-kappingini verður leygardagin 15. februar.

Hálvfinalur hjá kvinnum
Mikudagur 05.02.20 kl. 18.00 Kyndil – VÍF
Mikudagur 05.02.20 kl. 20.00 H71 – Neistin
Leygardagur 07.02.20 kl. 18.00 Neistin – H71
Leygardagur 07.02.20 kl. 18.00 VÍF – Kyndil

Hálvfinalur hjá monnum:
Hósdagur 06.02.20 kl. 20.00 Neistin – H71
Hósdagur 06.02.20 kl. 20.00 VÍF – Kyndil
Sunnudagur 08.02.20 kl. 16.00 H71 – Neistin
Sunnudagur 08.02.20 kl. 16.00 Kyndil – VÍF

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder