Tey spældu tvær Super Bowl's móti hvørjum øðrum í áttatiárinum - í 1982 og í 1989. Í báðum førum vunnu Joe Montana og 49ers, og samanlagt hevur liðið úr Kalifornia vunnið Super Bowl fimm ferðir. Harvið eru teir javnsettur á 2. plássi søguliga, saman við Dallas Cowboys og bert aftanfyri Pittsburgh Steelers og New England Patriots.
Júst Dallas Cowboys var liðið, sum San Francisco 49ers vunnu óvæntað á, á útivølli, í fyrsta umfari í endaspælinum, sunnudagin 16. januar. Beint undir eina viku seinni var sigurin uppaftur meira óvæntaður, tá liðið hjá Kyle Shanahan vitjaði á søguliga Lambeau Field í Green Bay, Wisconsin. Í nógva kuldanum fekk verjan tálmað Aaron Rodgers og Packers-álopinum, ið hevur verið framúr tað mesta av árinum. Tá so heimaliðið gjørdi nøkur grundleggjandi mistøk, sló 49ers til og spældu seg í hálvfinaluni. Liðið var í Super Bowl og tapti fyri Chiefs fyri tveimum árum síðani.
Omanfyri nevndu Super Bowls í 1980'unum eru tær einastu, ið Bengals hava spælt, og talan er um eitt av teimum núverandi tólv liðunum, sum ongantíð hevur vunnið Lombardi-steypið. Liðið úr Ohio vann fyri 15 døgum síðani sín fyrsta dyst í endaspælinum í 31 ár. Við nøkrum ungum stjørnum í álopinum, millum øðrum Joe Burrow, Joe Mixon, Ja'Marr Chase og Tee Higgens, og einari støðufastari verju, umframt dugnaliga unga venjaran Zac Taylor, hevur Cincinnati Bengals spælt seg víðari tvær ferðir í januar. Síðsta vikuskifti var móti hægst styrkismetta liðnum í AFC eftir grundspælið, Tenneseee Titans.
Tað eru tó Kansas City Chiefs, sum á pappírinum eru sterkast í hesari "helvtuni" av kappingini. Patrick Mahomes og liðfelagirnir eru nú í sínari fjórðu AFC-finalu (samanløgdu hálvfinalu) á rað. Hetta kom í lag eftir eitt ótrúliga flott comeback í seinastu sekundunum móti sterka Buffalo Bills og Josh Allen í Kansas síðsta vikuskifti og síðani einum touchdowni í longdari leiktíð. Chiefs byrjaði grundspælið heilt illa, men síðani er skil komin á verjupartin, og álopið er til tíðir sum ein maskina. Spurningurin er, um Bengals á útivølli í kvøld megna at fylgja við og spæla seg í sína fyrstu Super Bowl í 33 ár, ella um liðið hjá Andy Reid verður við fyri triðju ferð.
Fyri trimum árum síðani tapti Los Angeles Rams eina av teimum vánaligastu finalunum nakrantíð. Síðani hevur gongdin verið misjøvn, men við einum heilt øðrvísi liði nú stendur liðið hjá Sean McVay á gáttini til eina Super Bowl afturat. Stóri dysturin 13. februar verður spældur á tí næstan spildurnýggja SoFi leikvøllinum í Ingelwood-økinum í Los Angeles, sum kostaði umleið 40 milliardir krónur at gera. Tað eru 49'ers, ið kunnu órógva veitsluna hjá Rams við teimum mongu stjørnunum í álop og verju - fyrst í hesum mánaðinum spældi liðið, sum er í sama stati og í sama bólki, seg í eindaspæli við sigri á júst SoFi.
NFL 2021-2022, "hálvfinalur"
Sunnudagin 30.01
(20.00) AFC-finala: Kansas City Chiefs - Cincinnati Bengals
(23.30) NFC-finala: Los Angeles Rams - San Francisco 49ers
Kunnu síggjast á TV3 + og Viaplay
Annað
Nú skulu Super Bowl-liðini finnast
Kansas City Chiefs og Los Angeles Rams eru favorittar, men avbjóðararnir, Cincinnati Bengals og San Francisco 49ers , hava víst tenn í endaspælinum. Avgerðin um plássini fellur í kvøld/nátt.
Patrick Mahomes og Kansas City Chiefa kunnu vinna seg í sína triðju Super Bowl uppá slag - her eftir singurin á 49ers í finaluni í 2020 (Mynd: EPA)
2022-01-30 17:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald