Hondbóltur

Nú sleppa 100 áskoðarar til innandura ítróttakappingar

Tilmæli hevur seinastu tíðina verið, at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Harvið kunnu nakrir áskoðarar koma inn til millum annað dystir í steypakappingini í hondbólti komandi tíðina.

Her síggjast kyndilsáskoðarar til steypafinaluna í fjør. Tá mansliðið hjá Kyndli spælir sína fyrsta dyst í steypakappingini hóskvøldið, kunnu 100 áskoðarar vera til staðar í høllini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Her síggjast kyndilsáskoðarar til steypafinaluna í fjør. Tá mansliðið hjá Kyndli spælir sína fyrsta dyst í steypakappingini hóskvøldið, kunnu 100 áskoðarar vera til staðar í høllini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-19 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Mælt verður til, at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.

Hetta hevur verið tilmæli í Føroyum seinasta mánaðin ella so. Harvið hava millum annað hondbólts- og flogbóltsdystir verið avgreiddir uttan nakrar áskoðarar.

Soleiðis verður ikki næstu tíðina, har tað millum annað verða nógvir dystir í Faxe Kondi kappingini. 

Á heimasíðuni corona.fo er eitt av almennu tilmælunum nú broytt, og tað ljóðar soleiðis: 

- Mælt verður til, at í mesta 100 áskoðarar - undir skipaðum umstøðum - koma saman til innandura ítróttakappingar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder